So rullar fótbólturin aftur av álvara kring landið. Kappingarnar í øllum deildunum uttan í 1. deild hjá monnum vera av í seinasta lagið síðsta vikuskiftið í september. Fyrsta vikuskiftið í oktober verður greitt, hvør verður FM vinnari í 1998. Tað verður spælt hvørt vikuskifti fram til kappingin er liðug. Tó verður ikki spælt í 1. deild fyrsta vikuskiftið í september, tá sunnudagurin verður brúktur til fyrsta heimadystin í EM undankappingini. Hann verður ímóti Kekkia.
Sambært kappingarskipanini skuldi 11. umfarið verið spælt komandi leygardag, men FSF hevur boðað frá, at dystirnir eru fluttir til sunnudagin. Sambært skipanini skuldi tólvta umfar verið avgreitt annan sunnudag, men tað er flutt fram til leygardagin 15. august. Landsliðið fer av landinum og niður til Bosnia sunnudagin 16. august.
Landsdysturin í Sarajevo verður mikudagin 19. august. Landsliðsvenjarin ætlar at hava greitt, hvør skal við, tíggju dagar frammanundan dystinum. Tað vil siga, at síðsti møguleikin at gera vart við seg verður komandi vikuskifti.
Stóri spurningurin í tí sambandinum er, hvør málverji skal við til Bosnia saman við Jákupi Mikkelsen. Sum kunnugt er Jens Martin Knudsen leikbannaður eftir reyða kortið í Estlandi í juni.
Lykladystirnir
Tað ber ikki so væl til at taka saman um, hvussu støðan er eftir tíggju umfør, tí síðsti dysturin ? tann millum havnarfeløgini bæði ? varð ikki spældur fyrrenn í gjárkvøldið.
KÍ vann á heimavølli ímóti ÍF, og harvið otaðu teir seg trý stig inn á oddaliðið HB, sum við sigri á grannunum í gjárkvøldið aftur kundi økja um frástøðuna at vera fimm stig til næsta kappingarneytan.
Sum umfar dettur av umfari eru lykladystirnir tættir, sum hava stóran týdning fyri, hvør skal taka lut í kappingini millum tey fremstu, hvør skal stríðast í botninum fyri at sleppa undan niðurflyting, og hvør endar mitt í røðini og tíðliga í kappingini missir møguleikan at røkka nøkrum sum helst.
Í hesum umfarinum vóru tveir innanhýsis dystir við serligum týdningi fyri kappingina um heiðursmerkini ? tann í Gundadali í gjárkvøldið, og tann í Gøtu sunnudagin. Í hesum dystinum varð NSÍ smurt av, og um tríggjar vikur verður greitt, um NSÍ fer at hava møguleika at røkka heiðursmerkjum í ár ella ikki. Teir eru favorittar á heimavølli ímóti VB sunnudagin, og so koma tvær avgerðandi uppgerðir ? ímóti HB í Gundadali og ímóti KÍ í Runavík.
Vilja út aftur í Europa
Gøtumenn vóru sera sannførandi í Sarpisgerði. Teir tykjast hava fingið nógv burturúr venjingarleguni í Danmark, og so er spurningurin, hvat teir fara at fáa burturúr í landskappingini. Stóru sløgini hjá teimum verða, tá teir 23. august fáa vitjan av oddaliðnum HB og vikuskiftið eftir skulu til Klaksvíkar.
Fáa gøtumenn fult tær báðar ferðirnar, so ber væl til at ímynda sær, at teir í hvussu so er røkka fyrsta málinum teir hava sett sær. Málið er eisini komandi ár at fáa rætt til luttøku í Europa Cup. Um HB og KÍ enda á teimum báðu fremstu plássunum, so er eitt triðja pláss í endastøðuni nóg mikið til rættin at taka lut í UEFA Cup, men við sigrum í omanfyri nevndu dystum verður ikki ómøguligt hjá GÍ í hvussu so er at røkka næstfremsta plássinum.
GÍ er einasta føroyska liðið, sum framvegis er við í Europa Cup í ár. Týsdagin 13. august skulu teir spæla á Svangaskarði ímóti MTK FC Budapest, og tvær vikur seinni skulu gøtumenn niður til Ungarn. Spurningurin er, um hugsanin um Europa Cup og drúgva ferðingin fer at ávirka avrikini heima á landi.
Botnstríðið
VB fekk eitt stig sunnudagin, men kortini duttu teir tvey pláss niður á støðutalvuni. Teir vóru á fimta plássi, og nú eru teir á sjeynda plássi. Bæði GÍ og B68 fóru framum vágbingar.
VB hevur trettan stig, og hóast tað ikki ljóðar so væl frá har suðuri, so er ilt at ímynda sær, at teir fara at koma í vanda.
Tað sær framvegis út til, at tað vera TB, Sumba og ÍF, sum fara at kappast um áttanda plássið. Øll trý liðini vóru á útivølli í vikuskiftinum, og tvørámenn komu best frá uppgávuni. Teir fingu eitt stig í Vági, meðan hini bæði liðini fóru stigaleys og málleys úr Klaksvík og av Toftum.
Komandi vikurnar vera týdningarmiklar innanhýsis uppgerðir millum hesi liðini. ÍF og Sumba spæla í Fuglafirði sunnudagin, leygardagin 22. august spæla TB og Sumba á Sevmýri, og 30. august skal TB til Fuglafirðar.