Ein broyting er gjørd í skránni hjá G! Festivalinum eftir, at annar av limunum í Hudson Taylor, Harry, er komin til skaða.
- Vit koma við einari broyttari manning á G!-festivalin. Harry varð óheppin og breyt sær beinið í einum óhappi, sum hevur við sær at hann fær ikki flogið til Føroya. Vit hava tí tosað við tónleikavinirnar og teirra millum er tann suverena Gabrielle Aplin, sum kemur við okkum til eina heilt serliga framførslu - bara á G! Festivalinum. Tað verður nakað heilt serligt og vit gleða okkum ómetaliga nógv til at vitja og spæla í Føroyum, skrivar Alfie úr Hudson Taylor og leggur afturat.
- Hóast, vit harmast almikið um at Harry ikki kemur við okkum til Føroya og vit ynskja honum góðan og kvikan bata, so er tað ein stórur heiður at bjóða Gabrielle Aplin at spæla saman við Hudson Taylor á ársins G! Festivali. Hetta verður av sonnum ein serlig framførsla fyri okkum.
Tónleikurin hjá Gabrielle Aplin gevur vaksandi altjóða afturljóð og eitt nú spældi hon á Glastonbury festivalinum í juni, har BBC beit merki í hana.
Hudson Taylor framføra saman við Gabrielle Aplin á Sandinum fríggjadagin klokkan 17:40