Levi Mørk, sum var býráðslimur í Havn frá 2008 til 2012, roynir seg nú sum lokalpolitikara í Vági.
Sostatt bjóðar hann nú frá, at hann stillar upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið í Vági.
Levi Mørk, sum er vágbingur, búði í nógv ár í Havn, og í 2008 varð hann valdur í Tórshavnar Býráð fyri Javnaðarflokkin. Hann stillaði upp aftur á valinum í 2012, men manglaði seks atkvøður fyri at verða afturvaldur.
Síðani er hann fluttur aftur til Vágs at búgva og nú stillar hann so upp til Býráðsvalið í Vági.