Gamal forseti sjúkur

Fyrrverandi indonesiski forsetin Suharto er vorðin sjúkur, og sambært læknunum kann sjúkan kosta honum lívið.

Læknarnir siga, at tann 83 ára gamli forsetin, sum bleiv fluttur á sjúkrahús í síðstu viku, er illa sjúkur av bløðingum, men sum er er hann kortini ikki í lívsvanda, siga teir. Læknarnir siga tó, at støðan kann skjótt gerast álvarssom, versnar hann.

Suharto stóð á odda fyri einum hernaðarligum einaræði í Indonesia í 32 ár, til hann noyddist frá í 1998. Hann er skuldsettur fyri grovt svik, men rætturin vísti málinum frá sær, tí sambært læknunum var gamli forsetin ov sjúkur til at møta á rættarfundi.