Ein av best umtóktu føroysku bólkunum í nítiárunum fer nú aftur á pall. Tað eru Kjølar, sum fara at spæla á Summar Festivalinum í summar. Har fara teir eina ferð aftur í nítíárini, tá ið bólkurin fekk dansistøð og hallir kring landið at kóka við rocksangum, sum fullu væl í oyruni.
Kjølar høvdu sína stórtíð seinna partin á nítiárunum við sangum sum Paying, Sweet Little Suzie, Skýmandi kvøldið og Sorgblídni. Bólkurin spældi sera nógv kring landið, teir vóru við í Prix Føroyar finaluni í 1997 og 1999, og teir vóru fleiri ferðir ovast á 15 teimum bestu hjá Kringvarpinum
Kjølar hava ikki spælt alment í 19 ár, men nú eru teir til reiðar at fara aftur á pallin, og Kjølar fara at spæla, sum teir spældu í 1990’unum, siga tey á Summarfestivalinum,
Kjølar spæla í stóra Tjaldinum á Summar Festivalinum, sum verður í døgunum frá 9. til 11. august.
Á myndini eru teir, sum mannaðu kjølar, og sum nú aftur fara á pall í Klaksvík. Frá vinstru eru teir Henning Nicodemussen, Signar í Homrun, Jens Tummas Næs og Jens Marni Hansen