Fyrsta konsertin hjá Jysk Akademisk Kor (JAK) verður í Viðareiðis kirkju fríggjakvøldið, síðani leygarkvøldið í Fríðrikskirkjuni á Toftum og at enda sunnukvøldið í Hoyvíkar kirkju.
Allar konsertirnar byrja klokkan 19.30.
Á skránni eru ymiskir komponistar, her ímillum Carl Nielsen, Vagn Holmboe, H.J.Højgaard, J.Waagstein, Kári Bæk og Sunnleif Rasmussen.
Hetta er eitt gamalt kór úr Aarhus við ríkum traditiónum og sum syngur á høgum støði og støðugt mennir seg tónleikaliga,
Við eru 35 royndir sangarar, og mong hava verið við í kórinum rúma tíð og kenna hvønn annan rættiliga væl.
Seinastu árini hevur kórið ment seg saman við kórleiðaranum, Nils Benedikt Meier, sum kom úr Leipzig til Aarhus at taka eina Master-útbúgving í kórleiðslu í 2025.
Saman við honum hevur kórið framført nýskrivaðan tónleik av Morten Stenholt Rasmussen, Ea Wim og Archie John. Men tey hava eisini arbeitt við eldri tónleiki, sum t.d. Brams Rekviem og tónleiki hjá týskum og donskum romantiskum komponistum.
Sum kór dámar JAK eisini væl at syngja saman við øðrum kórum.
Tey hava millum annað framført vinakonsertir saman við Konzertchor Leipzig, bæði í Leipzig og Aarhus, og í Føroyum gleða tey seg til at møta kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum, sum tey fara at syngja okkurt stykki saman við.










