Um vikuskiftið hevur verið stórur vatnskaði í spildur nýggja skúlabygninginum hjá Sankta Frans skúla, sum hýsir hádeild, sum eru 7., 8. og 9. flokkar. Tveir flokkar eru av hvørjum, so bygningurin hýsir seks skúlaflokkum við tilsaman 128 skúlanæmingum.
Tað er ein brandslanga, sum av onkrari orsøk er farin frá. Staðfest er, at talan er ikki um herverk, upplýsir Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri, men um okkurt brek, sum hevur gjørt, at vatn er sprænt úr onkrum broti.
Fólk frá býráðnum eru og kanna bygningin. Men hann er sera illa farin av vatnskaðanum, og øll undirvísingarhølini hava fingið skaða.
Men verður, at eingin skúlagongd verður í bygninginum í rúma tíð, men enn er óvist, hvussu leingi tað ver at taka at umvæla skaðan.
Sum skilst er talan um fleiri tons av vatn, sum hava runnið gjøgnum allan bygningin í fleiri tímar.
Skúlin roynir nú at finna aðrar loysnir at hýsa næmingunum. Tøk høli eru ikki í Sankta Frans skúla til, sigur Aslaug Olsen, skúlastjór, sum var stødd uttanlands við skúlanæmingum, tá vit hittu hana í telefonini.
Hesa vikuna eru næmingarnir ikki í skúla, men undirvísingin fram á netinum umvegis Teams, har undirvíst verður í høvuðslærugreinunum, sigur Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##















