Eitt kent eyðkenni við Tjaldurs Apotek á Trapputrøðni í Havn er nú farið í søguna.
Í dag varð stóri skorsteinurin á Apotekinum tikin niður. Hann hevur staðið har, síðani bygningurin varð bygdur fyri umleið 50 árum síðani.
Skorsteinurin var heilar 26 metrar høgur og sást tí væl og virðiliga úr fleiri ættum.
Men tørvur er ikki longur á honum.
Apotekið fekk fjarhita fyri nøkrum árum síðani, og gamla hitaskipanin, sum skorsteinurin hoyrdi til, verður tí ikki longur nýtt.
Í dag varð so endaligt punktum sett fyri skorsteinin.
Tað var ikki bara sum at taka ein vanligan skorstein niður. Ein stórur krani varð settur upp við Apotekið, og stóru møtrikkarnir við fótin á skorsteininum vórðu loystir, og skorsteinurin síðani lyftur uppav og lagdur niður í einum. Síðani varð hann skorin í tvíningar, so lættari verður at koyra hann burtur.
Myndirnar vísa, hvussu tann 26 metrar langi skorsteinurin varð lagdur niður á parkeringsøkið sunnan fyri bygningin hjá Tjaldurs Apoteki.
Harvið er býarmyndin kring Apotekið broytt eitt sindur. Í hálva øld hevur skorsteinurin stungið høgt upp um bygningin og verið sjónligur úr stórum parti av býnum.
Nú er hann burtur.
##med2##
##med3##
##med4##














