Tað var sannur ferðsluruðuleiki á Hvítanesi í gjár, tá tunnilin var stongdur í sambandi við súkklukapping. Kappingin varð skipað soleiðis, sum ætlanin er at skipa hana til Oyggjaleikir, og tí skuldi hetta vera ein roynd upp á tað.
Sambært løgregluni varð bummurin á Hvítanesi latin niður, men eingin var á staðnum at stýra ferðsluni.
Avleiðingin var, at bilar hópaðu seg upp og fyltu rundkoyringina, so at ferðslan at enda hvørki slapp aftur ella fram.
– Har er nakað, sum vit skulu tosa um. Vit mugu gera hetta øðrvísi til Oyggjaleikirnar, sigur løgreglan.
Løgreglan heldur sostatt, at ein betri skipan má fáast í lag, áðrenn nógv størri ítróttartiltøk skulu avgreiðast í Føroyum.
Sjálv súkklukappingin gekk annars væl. Løgreglan fekk onga fráboðan um trupulleikar í sambandi við súkklingina.












