Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Skipið kemur inn at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni sum kemur.
Av frystillínuskipunum fiska fýra í føroyskum sjógvi, eitt er á Íslandsrygginum, og eitt er á Flemish Kap.
- Skipið, sum er á Íslandsrygginum, fær mest av toski og nakað av svartkalva og skipið, sum er á Flemish Kap, fær mest av toski.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tey fýra frystilínuskipini, sum fiska í føroyskum sjógvi, fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Um útlitini til útóður í vikuni verður sagt, at streymurin verður brúkiligur tað mesta av vikuni, men veðrið verður vánaligt teir fyrstu dagarnar.
- Vit vænta, at nakað verður av útróðri síðst í vikuni, og útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.












