Byggja læknamiðstøð á Tvøroyri og varðveita heilsumiðstøð í Vági

- Málið eigur at vera ein støðug, trygg og góð heilsutænasta til allar suðuroyingar, sigur býráðslimur í Tvøroyrar kommunu

Soleiðis kunnu vit fáa eina eina loysn, sum tekur atlit til alla Suðuroynna, sigur Barbara Michalina Tausen

Trupulleikin hjá okkum í Suðuroynni er manglandi kommunulæknar. Hetta er ein felags trupulleiki, og eigur tað at vera møguligt hjá okkum at finna eina felags loysn.

 

Núverandi og komandi kommunulæknar í Suðuroynni ynskja at arbeiða undir sama taki. Hetta fyri at fáa eitt betri arbeiðsumhvørvi, møguleika fyri fakligari sparring og menning og at betra um karmarnar í eini kommunulæknatænastu sum heild.

 

Tá ein fakbólkur, sum vit í fleiri ár hava havt stóran mangul og tørv á í Suðuroynni, greiðir okkum frá avbjóðingunum á økinum, eiga vit politiskt at lurta. 

 

Vit hava longu eina heilsumiðstøð í Vági. Mítt uppskot er tí, at hon verður varðveitt og ment við teimum heilsutænastum, ið eru á staðnum, samstundis sum ein felags læknamiðstøð verður bygd á Tvøroyri, har læknarnir og møguliga viðkomandi fakbólkar, saman við apotekinum, eisini kundu verið partur av loysnini.

 

Við hesum uppskotinum kundu vit funnið eina loysn, sum tekur atlit til alla Suðuroynna.

 

Kommunulæknarnir fáa møguleika at savnast í eini læknamiðstøð, sum verður bygd á Tvøroyri, samstundis sum heilsumiðstøðin í Vági verður varðveitt og ment. Soleiðis kunnu vit býta uppgávurnar skilagott í oynni og byggja víðari á tað, vit longu hava. Hetta kundi víst, at samstarv í Suðuroynni eisini kann síggjast í verki.

 

Barbara Michalina Tausen, býráðslimur í Tvøroyrar kommunu

 

Soleiðis kunnu vit fáa eina eina loysn, sum tekur atlit til alla Suðuroynna, sigur Barbara Michalina Tausen