Hansina Iversen fyllir 60 ár

Nú listakvinnan Hansina Iversen fyllir 60 ár, stendur hon sum ein av okkara fremstu og mest týdningarmiklu slóðbrótarum, sum nonfigurativa málningalistin eigur í Føroyum, skrivar Kinna Poulsen.

Hansina hevur ment ein serstakan grafiskan stíl, sum hevur ávirkað myndamálið í hennara málningum við støðugt meira samansettum bygnaði, har lag verður lagt oman á lag, júst sum við litografiskari tøkni, har hvør litur verður prentaður sær. Tey mongu prentini, sum Hansina Iversen hevur skapt í Steinprenti, fevna bæði um tað einfalda og tað maksimala, men eisini her ávirkar ítøkiliga tilfarið úrslitið í vøkrum, tunnum laveringum, sum listakvinnan skapar við penslinum eftir at hava dripið hann í tuntflótandi tussj. Stórar prentverkætlanir við nógvum umførum og litløgum hava bjóðað listakvinnuni av og hava brýnt hennara greiningarevni, og hetta sæst aftur í málningunum.  

 

Hansina Iversen er saman við Rannvá Kunoy slóðbrótari innan ta ikki-ímyndandi málningalistina i Føroyum, skrivar Kinna Poulsen, ummælari, m.a. í føðingardagsheilsan á listaportal.com.

 

Øll heilsanin kann lesast her: HANSINA 60 — Listaportal