Burn: Neistin, VÍF og H71 vunnu greiðar sigrar

Tríggir dystir eru leiktir í Burn Mansdeildini

Mynd: Álvur Haraldsen

Tríggir dystir eru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.

 

Í høllini á Hálsi norður var søga skrivað, tá EB aftur spældi ein dyst í bestu mansdeildini í hondbólti.

 

Neistin vann stórsigur 38-21. Í steðginum vóru neistamenn á odda 19-12. 

 

Lýðar í Dímun var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Við fýra málum var Silas Larsen toppskjútti hjá EB.

 

Í høllini á Skála vann VÍF eisini stórsigur 41-30 á StÍF. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 23-16.

 

Búi D. Poulsen var við átta málum toppskjútti hjá StíF. Við heili 11 málum var Tróndur Johnson toppskjútti hjá VÍF.

 

Í Hoyvíkshøllini vunnu verandi greipuvinnararnir, H71 38-32 á KÍF. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 19-13.

 

Boas Ellefsen á Skipagøtu var við 14 málum stórskjútti hjá H71. Victor K. Thomassen var við níggju málum toppskjútti hjá KÍF. 

 

Kyndil vann ígjár á heimavølli stórsigur 40-21 á Team Klaksvík aftaná 18-8 leiðslu í steðginum.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Mynd: Álvur Haraldsen