AfD stendur til ein stórsigur á landspartavalinum í Sachsen-Anhalt í eystara parti av Týsklandi.
Sambært valhølakanningini hjá týsku sjónvarpsstøðini ZDF fær flokkurin 44 prosent av atkvøðunum. Hjá ARD er undirtøkan 44,5 prosent.
Kanningarnar vórðu kunngjørdar, eftir at valhølini lótu aftur klokkan 18 týska tíð í kvøld. Tær byggja á samrøður við veljarar, sum hava greitt atkvøðu, og eru ikki endaliga valúrslitið.
Stór afturgongd hjá CDU
Hjá CDU, flokkinum hjá týska samveldiskanslaranum Friedrich Merz, bendir alt á stóra afturgongd.
Flokkurin stendur sambært ARD til 18,5 prosent av atkvøðunum. Á seinasta vali í 2021 fekk CDU 37,1 prosent og stendur sostatt til at missa umleið helvtina av undirtøkuni.
CDU hevur staðið á odda fyri landspartastjórnini síðani 2002.
Smáflokkarnir kunnu avgera meirilutan
Serligur spenningur er um, hvørjir flokkar koma upp um fimm prosent sperrumarkið og fáa umboð á landspartatinginum.
Sambært ARD koma bæði sosialdemokratiski SPD, Tey Grønu og Bündnis Sahra Wagenknecht, BSW, inn. Hjá ZDF stendur BSW tó til 4,8 prosent og sostatt til at detta niðurfyri.
Hetta kann fáa avgerandi týdning fyri, um AfD fær reinan meiriluta.
ARD metir fyribils, at AfD fær 39 av teimum 83 tinglimunum, meðan ZDF gevur flokkinum 41. Tað krevur 42 tinglimir at fáa reinan meiriluta.
– Vit hava skrivað søgu
Ulrich Siegmund, oddamaður hjá AfD í Sachsen-Anhalt, fegnast um kanningarnar.
– Vit hava skrivað søgu í dag, sigur hann sambært tíðindastovuni AFP.
Sambært Reuters sigur hann eisini, at flokkurin fer at rætta hondina fram til allar demokratiskar kreftir, sum vilja føra ein betri politikk.
AfD er í Sachsen-Anhalt og fýra øðrum týskum landspørtum flokkað sum ein høgravíðgongdur felagsskapur av týsku innlendis fregnartænastuni, skrivar dpa.
Flokkurin varð stovnaður í 2013, men hevur ongantíð verið partur av einari landspartastjórn ella týsku samveldisstjórnini. Hinir flokkarnir hava hildið AfD uttan fyri stjórnarsamstarv.
Við einum reinum meiriluta hevði AfD kunnað stjórnað landspartinum uttan stuðul frá øðrum flokkum.
Sachsen-Anhalt hevur góðar 2,1 millión íbúgvar. Sambært týskum miðlum verður valluttøkan mett at liggja um 75–80 prosent. Á seinasta vali var hon 60,3 prosent.
/Ritzau/











