Setningurin hjá næstbesta liðunum hjá NSÍ er at renna undan hóttanini av niðurflyting, meðan tað mest sum er greitt, at EB/Streymur fer at flyta niður.
Í dag átti NSÍ heimavøll ímóti EB/Streymi. Undan dystinum var NSÍ á sjeynda plássi við 22 stigum, og EB/Streymur var aftast við 8 stigum.
Úrslitið í dag var, at NSÍ vann 4-1. Úrslitið ber við sær, at NSÍ nú er á sætta plássi við 25 stigum.
Í dag gjørdi tað av álvara mun hjá NSÍ, at fleiri royndir spælarar hjálptu ungu monnunum. Her verður hugsað um Betuel Hansen, Pól Jóhannus Justinussen og Klæmint A. Olsen.
Josva Signarsson legði beinanvegin heimaliðið framum, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Jonn Mortensen um munin til 2-0. Hetta var sætta málið hjá Josva Signarsson í ár.
13 minuttir eftir steðgin varð EB/Streymur undirmannað, tá ið Sverri Mariusarson sá beinleiðis reytt kort, men bara tveir minuttir seinni eydnaðist tað EB/Streymi at minka um munin til 2-1. Málskjútti var Thomas Bjørn Miezan, sum skoraði fyri fjórðu ferð í 1. deild í ár.
Tveir minuttir varð Jonn Mortensen tvífaldur málskjútti, og hann hevur nú skorað seks mál. Fýra minuttir undan leikloki staðfesti Jógvan Højgaard 4-1 heimasigurin. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti.
Næsti dystur hjá NSÍ verður leygardagin á heimavølli ímóti ÍF.
Næsti dystur hjá EB/Streymi verður leygardagin á heimavølli ímóti Víkingi.











