Dystur er í dag leiktur í bestu donsku hondbóltsdeildini millum liðið hjá Magnusi Árasyni, Mors-Thy og liðið hjá Óla Mittún, GOG.
Frammanfyri 1.188 áskoðarum í Sparekassen Thy Arena vann GOG 32-29 á Mors-Thy. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14.
Óli skoraði sjey mál upp á átta málroyndir, og hann var næstbesti málskjúttin hjá GOG. Óli legði eisini upp til eitt mál, og hann vann liðnum eitt brotskast. Toppskjútti hjá GOG var Lasse Vilhelmsen við átta málum.
GOG hevur sjey stig fyri fýra dystir. Mors-Thy hevur tvey stig fyri fýra dystir.
Ígjár vunnu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus á heimavølli 42-38 (19-19) á Skive.
Jóhan skoraði seks mál upp á sjey málroyndir.
Skanderborg-Aarhus hevur seks stig fyri fýra dystir.
Í næstbestu deildini taptu Rúnar Hammer og liðfelagarnir í Stoholm á útivølli greitt 21-32 (11-15) fyri Tønder.
Aftaná tveir dystir hevur Stoholm enn fyrsta stigið til góðar.











