Málningar, møblar, gamlar ljósmyndir og aðrir lutir verða sýndir fram á Renoir-savninum í Cagnes-sur-Mer, sum týsmorgunin varð rakt av einum stórum listatyverii. (Savnsmynd). Foto: Pascal Guyot/Ritzau Scanpix.

List fyri 67 milliónir stolin av Renoir-savni

Tveir persónar brutu tíðliga í morgun inn á Renoir-savnið í Cagnes-sur-Mer í Fraklandi og stjólu listaverk fyri milliónir.

Málningar, møblar, gamlar ljósmyndir og aðrir lutir verða sýndir fram á Renoir-savninum í Cagnes-sur-Mer, sum týsmorgunin varð rakt av einum stórum listatyverii. (Savnsmynd). Foto: Pascal Guyot/Ritzau Scanpix.

Tað upplýsir Bryan Masson, borgarstjóri í Cagnes-sur-Mer, sambært altjóða tíðindastovum.

Musée Renoir heldur til í húsunum, har franski listamálarin Pierre-Auguste Renoir búði síni seinastu ár.

Tey stolnu verkini verða mett at hava eitt virði upp á níggju milliónir evrur, sum svarar til umleið 67 milliónir krónur.

Tjóvarnir brutu inn stutt fyri klokkan seks í morgun og tóku fýra verk. Men undir flýggjanini mistu teir eitt av verkunum.

Løgreglan tók upp eltingina, men tjóvarnir sluppu undan.

– Teir vórðu sæddir á vakmyndatólunum í býnum og flýggjaðu. Meðan teir runnu, lótu teir eitt av stolnu málningunum liggja eftir, sigur borgarstjórin sambært AFP.

Alarmurin á savninum fór í gongd klokkan 05.48, og fimm minuttir seinni var lokala løgreglan á staðnum.

Pierre-Auguste Renoir, sum verður roknaður sum ein av fremstu listafólkunum innan impressionismuna, doyði í 1919. Savnið í seinasta heimi hansara lat upp í 1960 og varð umvælt í 2010'unum.

Har eru bæði málningar eftir Renoir, møblar, gamlar ljósmyndir og aðrir lutir.

– At leypa á Renoir-savnið er at leypa á ein part av søguni og mentanararvinum hjá Cagnes-sur-Mer, sigur Bryan Masson.

Cagnes-sur-Mer liggur á fronsku rivierauni beint vestan fyri Nice.

Stuldurin er minni enn eitt ár eftir, at tjóvar brutu inn á Louvre-savnið í París og stjólu virðismiklar gimsteinar. Fýra fólk eru handtikin í tí málinum, men lutirnir eru framvegis ikki funnir.

Stuldurin á Louvre setti gongd á eitt stórt kjak um trygdina á fronskum søvnum.