23 menn og tvær kvinnur ynskja sær stjórastarvið

Stórur kynsmunur er millum tey 25 fólkini, sum hava søkt starvið sum stjóri í Fjarhitafelagnum.

Tilsamans 25 umsóknir eru komnar til stjórastarvið í Fjarhitafelagnum. Av umsøkjarunum eru 23 menn og tvær kvinnur.

 

Tað skrivar Kringvarpið.

 

Nýggi stjórin skal eftir ætlan taka við starvinum 1. januar 2027.

 

Hans Christian Dam, sum var stjóri í Fjarhitafelagnum í 22 ár, legði frá sær fyrr í ár vegna aldur. Síðani hevur Eirik Mørkøre, fíggjarleiðari í felagnum, røkt stjórastarvið fyribils. Hann heldur fram sum fyribilsstjóri tað, sum eftir er av árinum.

 

Fjarhitafelagið varð stovnað í 1988 og er felags ogn hjá SEV og Tórshavnar kommunu.

 

##med2##