VÍF og Kyndil skulu royna seg í European Cup

Dystirnir vera leiktir uttanlands komandi vikuskiftið

HSF skrivar:

 

- European Cup viku hjá monnum

 

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

 

VÍF-menn spæla fríggjadagin og sunnudagin móti kroatisku MRK Trogir, meðan Kyndil møta eysturríksku SC Kelag Ferlach, leygar- og sunnudagin.

 

Dystirnir liggja soleiðis, talan er um føroyskar tíðir:

Fríggjadagin 11. september kl. 19.00 MRK Trogir – VÍF

Leygardagin 12. september kl. 18.00 SC Kelag Ferlach – Kyndil

Sunnudagin 13. september kl. 17.00 SC Kelag Ferlach – Kyndil

Sunnudagin 13. september kl. 19.00 MRK Trogir – VÍF

 

H71 luttekur eisini í European Cup, men eru teir hægri styrkismettir og koma uppí kappingina í øðrum umfari. Skrivar HSF.