Ein stórur dagur fyri barna- og ungdómspsykiatriina

Landssjúkrahúsið boðar frá, at yrsti serpsykologkandidaturin hevur lokið introduktiónsstarvið í barna- og ungdómspsykiatri á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið skrivar, at hetta er ein týðandi varði í menningini av føroysku barna- og ungdómspsykiatriini og eitt úrslit av miðvísum arbeiði gjøgnum fleiri ár.

 

Arbeiði at menna serpsykologútbúgvingina byrjaði millum annað, tí tørvr var á fleiri serfrøðingum í psykiatri og barna- og ungdómspsykiatri. Trot á serlæknum hevur í nógv ár verið ein avbjóðing, og tí hevur verið neyðugt at hugsa nýtt um, hvussu uppgávurnar í psykiatriini kunnu verða loystar.

 

Serpsykologar kunnu taka ábyrgd av uppgávum innan sína serfrøði, eitt nú psykopatologiskari útgreining, diagnostiskum arbeiði og sálarfrøðiligari viðgerð. Á henda hátt kunnu teir økja um kapasitetin og lætta um trýstið á serlæknunum.

 

Tað snýr seg um at styrkja tað tvørfakliga arbeiðið og tryggja, at uppgávurnar verða loystar av teimum fakbólkum, sum hava røttu førleikarnar.

 

Hetta hevur serligan týdning í barna- og ungdómspsykiatriini, har tørvurin á góðari og skjótari útgreining og viðgerð er stórur.

 

Í okkara grannalondum hava serpsykologar í fleiri ár verið ein fastur partur av psykiatriska toyminum.

 

Fyrsta stigið er tikið í Sjúkrahúsverkinum

 

At fyrsti serpsykologurin nú hevur lokið introduktiónsstarvið á psykiatriska depilinum er tí eitt týðandi stig. Hetta vísir, at tað ber til at byggja upp serútbúgving innan føroysku barna- og ungdómspsykiatriina. Samstundis styrkir tað Landssjúkrahúsið sum útbúgvingarstað og sum universitetssjúkrahús.

 

Góðir útbúgvingarmøguleikar eru ein týðandi partur av einum sterkum fakligum umhvørvi. Teir eru við til at menna fakligar førleikar, draga nýggja serfrøði til Føroya og varðveita dugnalig starvsfólk í føroyska heilsuverkinum.

 

Nú verður arbeitt víðari við næsta stigi. Málið er, at Sjúkrahúsverkið skal vera klárt til, at høvuðsútbúgvingin kann fara í gongd aftur í september 2027, so serpsykologar kunnu taka størsta partin av høvuðsútbúgvingini í Føroyum.