Vaksin ferðafólk skulu nú rinda 200 krónur fyri at ganga niðan á Slættaratind. Hetta fær Liljuna Weihe, løgtingskvinnu, at seta spurnartekin við, um gjaldið er í samsvari við ferðavinnulógina.
Í einum skrivligum fyrispurningi spyr hon Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, um tað er lógligt at krevja 200 krónur frá ferðafólkum, tá eigarin hvørki hevur gjørt gøtu, sett upp ves eller veitt aðra ítøkiliga tænastu.
Við Slættaratind er nýliga sett eitt skelti upp, sum sigur, at vaksin skulu rinda 200 krónur. Á heimasíðuni slaettaratindur.fo verður gjaldið lýst sum eitt atgongumerki, ið gevur atgongd til leiðina niðan á fjallið.
Sambært upplýsingunum í fyrispurninginum stendur eingin á staðnum og veitir tænastnastu, og har er hvørki gjørd gøta, ves ella annað nýtt undirstøðukervi.
Á skeltinum verður upplýst, at peningurin skal fíggja eina nýggja gøtu. Ætlanin er, at hon skal verða liðug í 2027. Somuleiðis verður boðað frá ætlanum um móttøku, kafé, ves og betri parkeringsviðurskifti.
Gjald skal standa mát við tænastuna
Liljan Weihe vísir á, at bóndin sambært ferðavinnulógini kann taka eitt rímiligt gjald fyri eina tænastu. Samstundis stendur í kunngerðini um kommunalar ferðavinnuætlanir, at tað er bannað at taka gjald fyri sjálva atgongdina at lendi.
Gjaldið skal standa mát við ta tænastu, sum verður veitt. Gjald fyri undirstøðukervi kann eitt nú vera fyri atgongd til eina gjørda gøtu, parkeringspláss ella ves.
Í viðmerkingunum til ferðavinnulógina verður eisini staðfest, at tað ikki er loyvt at taka gjald fyri sjálva atgongdina. Ein ítøkilig tænasta skal veitast afturfyri, og talan má ikki vera um eitt fjalt atgongugjald ella eitt ímyndað gjaldsportrið.
Tí heldur Liljan Weihe tað vera ivasamt, um gjald kann krevjast inn nú fyri at fíggja møguligar framtíðaríløgur.
Hon spyr eisini, um gjaldið heldur eigur at verða fíggjað úr ferðavinnugrunninum. Grunnurin kann eftir umsókn veita stuðul til gerð og viðlíkahald av farleiðum og øðrum átøkum, sum menna ferðavinnuna kring landið.
At enda vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørji ítøkilig stig hann ætlar at taka fyri at fáa innkrevjingina kannaða og – um hon er uttan lógarheimild – steðgaða.
Jacob Vestergaard hevur nú tvær vikur at svara fyrispurninginum.












