Gamla søgan í Horsens

Felagið hjá Johan B. Hansen er fremst, og Frem er næstfremst, nú næstbesta deildin er farin í vetrarfrí

DANMARK 1. DEILD

Síðsta umfarið undan vetrarsteðginum í næstbestu donsku deildini var á skránni í vikuskiftinum. Tá ið deildin fyri einum ári síðani fór í vetrarhi, var Horsens sannførandi oddalið, men teir vóru ikki so drúgvir í vár, tá ið Randers og Silkeborg fluttu upp.
Sunnudagin vann Horsens við Johan B. Hansen í verjuni 1-0 á heimavølli móti Køge. Málið fingu teir í 2. hálvleiki.
Frem var á Amager, har úrslitið móti Fremad Amager var málleysur javnleikur. Jón Rói Jacobsen var allar 90 minuttirnar í Frem miðverjuni. Andrew av Fløtum var einasta føroyska ísleittið á Fremad Amager liðnum. Hann var í álopinum fyrstu 65 minuttirnar.
Fimtan umfør eru eftir at spæla, áðrenn tað næsta summar verður greitt, hvør skal royna seg í bestu deildini. Hjá Horsens sær tað hampuliga væl út. Teir eru fýra stig frammanfyri Frem.