Gamli rúsdrekkahandilin er nú granskingarsetur

Vínið er farið út, og vitið er komið inni, nú gamli handilin hjá Rúsdrekkasølu Landsins er vorðin karmur um gransking

Á almennari móttøku fríggjadagin hin 31. mai handaði Vinnuframi partafelagnum iNOVA formliga Granskingarsetrið, sum er klárt at taka í brúk.
Við handanina vórðu eisini sáttmálar undirskrivaðir fyri teir fyrstu níggju vistararnar, sum flyta inn í næstum.
Ofta verður sagt, at tá vínið fer inn, fer vitið út. Hetta nevndi ein av gestunum við móttøkuna hendan dagin.
Nú verður so gamli handilin hjá Rúsdrekkasølu Landsins karmur um gransking, og tað var í hesum sambandi, at gesturin helt fyri, at her fór vínið út - og vitið inn.
Nógv fólk var til móttøkuna, og her vóru bæði landsstýrisfólk, løgtingstingfólk, vinnulívsfólk, granskarar, embætisfólk og onnur, sum á ymiskan hátt eru áhugað í verkætlanini.
Tað var Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður fyri Vinnuframa, sum leiddi tiltakið og helt fyrstu røðuna, har hann greiddi frá sjálvari verkætlanini, og hví Vinnuframi hevði tikið hetta stigið.
Regin W. Dalsgaard fegnaðist um, at komið er so langt, at Granskarasetrið er klárt hjá fyrstu vistarunum at flyta inn í og fara til arbeiðis.
Við móttøkuna vórðu fleiri røður hildnar og tey, sum hildu seg til, vóru eitt nú Johan Dahl, vinnumálaráðharri, Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost og Havsbrún, Sigurjón Arason, professari og granskari á Matis í Íslandi, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Jákup Mørkøre, samskipari fyri Fiskivinnugransking, Pál Weihe, yvirlækni, leiðari fyri Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Jógvan Jespersen, nevndarformaður í iNOVA.
Tað var Regin W. Dalsgaard, sum vegna Vinnuframa handaði Jógvani Jespersen vegna iNOVA Granskarasetrið at reka.