Gamlir menn úr Ølstaði

Tann 1. juli kemur tónleikabólkur úr Ølsted til Føroya at spæla. Bólkurin eitur Gamle Venner, og limir eru fyrst og fremst pensionistar. Teir fara at spæla í Korndalsbýlinum á Eiði tann 1. juli, og dagin eftir verða teir á Lágargarði í Havn. Tann 5. juli gongur leiðin inn á Ellisheimið í Vágum, og dagin eftir tað er ætlanin at spæla fyri pensionistum í Eydnuni á Oyrabakka. Tann 7. juli verður rundað av norðuri í Klaksvík, har Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum skipar fyri.
Tónleikurin hjá Gamle Venner er alt frá gomlum vísum til polka til nýmótans evergreens. Onkrir føroyskir sangir verða eisini á skránni.
- Okkara tónleikur hevur altíð havt góðar karmar at virka undir í Føroyum. Eg kenni tað soleiðis, at føroyingar hava eitt gott tev fyri sangi og siðbundnum tónleiki, sum vit dáma at spæla, sigur Christian Peder Honoré, violinistur og leiðari í Gamle Venner.

hkm

--

Myndatekstur: Gamle Venner høvdu fyri tveimum árum síðani konsert í Tjørnuvík. Á myndini eru tað teir tríggir Svend Krogshede (til vinstru), Christian Peder Honoré og Mogens Tage Hansen