Gammeldags politikkur

Tá tað snúði seg um at fylgja við og at mennast sum land og kommuna, eitt nú við barnagørðum, skúlum, sjúkrahúsum, vinnukørmum, veganeti, farleiðum, vælferðartænastum og so framvegis, kundi fólkaræðið tryggja okkum ta umboðan - sum gav okkum tað, okkum tørvaði. Sum frægast.

 

Við  undantaki av okkara høvuðsvinnu, sum tykist vera farin av sporinum, ikki sum menning og framdrift, men sum peningalig gjógv, ójavni og til afturgongd og ørkymlandi huglag hjá stórum parti av okkara fólki.

 

At fólkaræðið sáaði mistreysti ístaðin fyri bjartskygni er veruleikin, og kann føra til, at fleiri og fleiri rýma av landinum.

 

Snarloysnirnar eru ikki á gáttini og útlitini um politiskt handverk á bústaðarøkjunum tóktust ivasom.

 

Alt hetta er um fólkaræðið í verandi støðu, sum bara skilti seg av við nakrar fáar politikarar, meðan teir flestu tungu og gomlu fingu álitisváttanir og vilja um, at vera verandi á brúnni.

 

Tað verra er, at fólkaræðið ikki bara skal tryggja okkum í okkara heimliga umhvørvi, sum vanligt hevur verið, men altjóða, í einari verð - sum stendur og fellur í, at politikarar hava vísdóm til at gera munin, okkum at gagni.

 

Antin tað er loysing/samband, trygdar- og verjupolitikkur, samskifti og diplomati, tilflytarar og integratión, veðurlag og dálking og ja, nýggj øki, nýggjar avbjóðingar - í einari verð, sum er í ófriði og stórum rembingum - og sum eisini nú er júst  uttanfyri okkara køksvindeygað.

 

Hetta var ikki partur av valstríðnum og tí byggir fólkaræðið á tað sama, í størstan mun lokalpolitikk og gammeldags politikk.

 

Og politikarar verða valdir við atliti til  geografiska umboðan, í minni mun flokspolitiskt og ikki við atliti til snúsfornuft og evni til at stýra og ráða í einari verð, sum skelvir.

 

Ikki tí eg havi boð upp á alt, ella um hvussu eitt valstríð  skuldi verið, so sakni eg professionellar miðlar og at Trapputing eisini vóru um hvat og hvørji sløg av politikarum boð vóru  eftir í einari nýggjari Føroyum millum hini.

 

Tað nyttar ikki við somu amboðum, tá uppgávan er ein onnur!

 

Og støðan er nógv meira álvarsom enn vit, politikarar og miðlar geva okkum far um og leggja fyri dagin.