Ganga nýggjar leiðir við slóðbrótandi virki á Eiði

Ì heyst letur eitt slóðbrótandi virki upp á Eiði sum skal gagnnýta tann partin av okkara fiskatilfeingi, sum fyri tað mesta verður tveittur í havið

Slóðbrótarar

Í heyst letur eitt slóðbrótandi virki upp á Eiði.
Tað er eitt virki, sum skal gagnnýta tann partin av fiskinum, sum í dag verður tveittur aftur í havið.
Í fyrstu syftu er talan um eitt virki, sum skal gagnnýta livrina og innvølin á fiskinum. Men hetta er bara fyrsta stigið, tí ætlanin er at byggja virkið út í fleiri stigum, so at tað eisini ber til at gagnnýta fiskaryggirnar og skræðuna.
Tað er felagið, Faroe Marine Biotech, sum stendur fyri ætlanini.
Egil Oslen stovnaði Faroe Marine Biotech fyri nøkrum árum síðani, saman við øðrum føroyingum og serfrøðingum úr Íslandi og Noregi, sum hava royndir á økinum.
Føroyingar eiga 80% av virkinum og útlendingar 20%.
Síðani hevur verið arbeitt við ætlanunum um at stovna eitt bio-tekniskt virki í Føroyum og nú er tað komið so langt, at virkisbygningurin er keyptur og at virksemið byrjar í heyst.
Egil Olsen, sigur, at teir hava nú keypt virkisbygningin hjá Hydrotech á Eiði og hann verður nú lagaður til, so at hann kann hýsa fyrsta, rættiliga bio-tekniska virki í Føroyum.

Framleiðsla í trimum stigum
Egil Olsen sigur, at bygingurin er sera góður til endamálið. Hann er 1.200 fermetrar stórur, harav 1.000 fermetrar eru framleiðsluhøll og 200 fermetrar eru starvsfólkahøli av ymsum slagi.
Í fyrstuni verður ikki allur bygningurin brúktur. Hinvegin hava teir eisini hugsað um framtíðina, tí ætlanin er at byggja virkið út so við og við og teir hava keypt húsið so mikið stórt, at pláss skal fyri øllum virkseminum undir sama taki.
Hann sigur, at av tí at virkið er so stórt, er tað ikki so stórar tillagingar, sum skulu gerast.
Í Íslandi er tað felagið Lysi, sum eigur íslendska partin í virkinum á Eiði. Lýsi hevur drúgvar royndir við biotekniskari framleiðslu og sølu og løtuni eru tvey fólk frá Faroe Marine Biotech yviri hjá Lysi og kunna seg um framleiðsluna og teknikk.
Hann sigur, at ætlanin er at skipa virksemi í trimum stigum.
Fyrsta stigið, sum byrjar í heyst, verður at taka ímóti livur og innvølum at bræða hana til lýsi.
Kroturnar kunnu gerast til mjøl. Men við serligum teknikki ber eisini til at gera ymsar hávirkaðar úrdráttir burturúr krotunum og tað væntar hann verður gongdin á virkinum á Eiði.
Hann væntar eisini, at fáa eitt gott samstarv við niðursjóðingarvirkið Kovan í Sandavági, so at tann besta livurin kann fara á Kovan til niðursjóingar.
Egil Olsen sigur, at saman við bygninginum, verður íløgan í hettafyrsta stigið onkustaðni ímillum tríggjar og fýra milliónir,.
Annað stigið verður at byggja virkið út til at gera gelatinu burturúr fiskaskræðu, og at gera proteinur og kanska eisini mineralir burturúr fiskaryggjum. Egil Olsen væntar, at tað verður longu áðrenn eitt ár er farið.
Og í triðja lagi er ætlanin at fara undir meir framkomna framleiðslu, sum miðjar ímóti at vinna ensýmir burturúr fiskaslógvi.
Men hann væntar at tað liggur longri frammi í tíðini hann hann væntar, at tað ganga eini fimm ár, áðrenn farast kann undir triðja framleiðslustigið.

Fiskimenn broyta hugburð
Men skal hendan verkætlanin eydnast, krevur tað, at fiskimenn og fiskavirki á landi broyta hugburð og vilja taka alt tað til høldar, sum teir í dag tveita fyri borð.
Hann sigur, at ætlanin hjá virkinum á Eiði er at bjóða ein prís fyri rávøruna, sum ger tað áhugavert at taka hana til høldar.
Serliga nú, prísurin á fiski er lækkaður sum heild, og fíggjarliga úrslitið hjá flotanum er versnað, átti tað at verið áhugavert at tikið alt av fiskinum til høldar, sum prísur fæst fyri.
Somuleiðis heldur hann eisini, at tað stríður ímóti andanum í fiskidagaskipanini at tveita ein stóran part av hvørjum fiski aftur í havið, tí har stendur, at onki skal tveitast fyri borð. ? Tað, sum fer fram í dag, er tvørturímóti, at ein stórur partur av veiðini, verður tveittur fyri borð. Tí eigir landið at eggja skipum at taka slógvið til høldar í tann mun, keypari er tað.
? Eg haldi rætt og slætt ikki, at samfelagið kann góðtaka, at ein stórur partur av okkara fiskatilfeingi verður tveitt aftur í havið, tá ið prísur fæst fyri tað, sigur Egil Olsen.
Men hann heldur fyrst og fremst, at tað er ein hugburðsbroyting, sum skal til. Og tað ber til alla aðrastaðni so hann ivast heldur ikki í, at tað eisini ber til í Føroyum.
Men hann vísir eisini til, at alla aðrastaðni er rákið tann vegin, at brúkarin krevur, at alt náttúrutilfeingið verður burðardygt gagnnýtt.
? Brúkararnir seta harðari og harðari treytir til framleiðararnar. Fyri nøkrum árum síðani kom kravið um burðardyggan fiskiskap og lond, sum ikki kundu vísa á, at teirra fiskiskapur var burðardyggur, fingu trupulleikar at sleppa av við vøruna.
Næsta stigið er, at brúkarin eisini krevur burðardygga gagnnýtslu av øllum tilfeinginum.
? Har dumpa føroyingar sum tað munar, tí sum er, brúka vit stórt sæð bara fløkini og tveita sostatt ein stóran part av hvørjum einasta fiski aftur í havið, tó at vit nú eisini gagnnýta ein part av høvdunum.
? Tað heldur hann kann koma okkum aftur um brekkur aftur, tí brúkarin úti góðtekur ikki, at vit lata so nógv fara fyri skeytið og í longdini loysir tað seg best fyri okkum at ganga á odda á hesum øki, sigur Egil Olsen.