Á Summar Festivalinum ber til at fara inn í serligar bløðrur og spæla sær á sjónum.
Við sjóvarmálan á Sandinum nærindis húsini hjá Trølla Pæturi ber til at fáa eina øðrvísi uppliving á Summar Festivalinum.
Har verða nevniliga stórur luftbløðrur gjørdar til reiðar, so at fólk kunnu fara inn í tær og síðani spæla sær í hesum luftbløðrum á sjónum. Bæði børn
og vaksin kunnu royna hesar bløðrur.
Hetta verður uttan iva ein av stuttligastu upplivingunum á ársins Summar Festivali, halda fyrireikararnir, sum í dag boða frá hesum tiltakinum.