Tað gekk ikki mánanáttina. Gangs of New York megnaði ikki at vinna ein einasta Oscar, hóast teir vóru innstillaðir til ein hóp av teimum gyltu monnunum.
Men hetta eigur ikki at halda nøkrum aftur. Gangs of New York er ein spennandi og intensur filmur, sum væl kann hyggjast at.
Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at ein góður filmur ikki sleppur upp í part við Oscar handanirnar, og tað er einki løgið í tí. Oscar virðislønirnar eru frá amerikanarum til amerikanarar, og grundgevingar byggja oftani meira á, hvør hevur verið góður at reklamera, heldur enn hvør dugir best av øllum.
Gangs of New York gongur fyri seg miðskeiðis í níggjundi øld. Innflytararnir streyma til USA, og tað mesta verður lagt upp í stórbýnum New York.
Innflytararnir eru bæði úr Ìrlandi og Onglandi umframt aðrastaðni frá. Mismunirnar frá uppihaldinum í Evropa eru ikki gloymdir, og stríð er longu millum partarnar, áðrenn hesir nakrantíð festa búgv.
Serliga úr Írlandi ? undan herviligu eplasjúkuni ? er tilflytanin stór til New York, og býurin klárar illa at taka ímóti øllum. Øll hava hesi ein dreym um eitt betri lív ? eina betri tilveru.
Vit hitta "Slaktarin" sum við harðari hond stýrir býnum og roynir at halda írunum niðri. Hann heldur saman við skitna politikaranum, Tweety.
Hesin er ein ímynd av tí lógloysi og dupultmorali, ið ráddi tá. Hóast vit eru farin eini hundrað ár aftur í tíðini, eru vit ikki so langt vekk frá eyðkendu verðini hjá Martin Scorsese. Hann er kendur fyri at gera sínar filmar ógvuliga brutalar, og í so máta er hesin filmurin einki undantak.
Filmurin er klassiskur í sínum stíli. Bardagarnir eru sum klassisku tragediurnar, og uppgerðirnar eru líkaso. Sjálvt teir mistu leiklutirnar verða spældir av heimskendum sjónleikarum. Hetta er eisini partur av øllum tí, at filmurin skal vera stórur. Longu áðrenn tú setir teg at hyggja, so skalt vera vitandi um, at hetta er nakað stórt. Men trøini veksa heldur ikki hesaferð inn í himmalin.
Fleiri leikarar standa seg eisini væl, og filmurin við sínum stórlætni kundi óivað vunnið ein Oscar ella tveir.
Romantiska innslagið í filminum er frá PR himmaríki ? Cameron Diaz og Leonardo Dicaprio. Eitt kærleikforhold, sum, hóast neyðugt, tað ikki tykist at vera pláss fyri.
Allar tær góðu 167 minnutir, filmurin tekur at hyggja at, er hann stórsligin og ógvusligur.
Og lat okkum so bara siga, at filmurin er góður, og fólk kunnu fáa nakað burturúr at síggja henda góða film, men heilt fantastiskur er hann ikki.
Men tað harða og ráa er tað mest spennandi við filminum. Fyri onkran við áhuga fyri klassisku sjónleiki og nýggjari søgu við klassiskum temaum, so er Gangs of New York ikki so bíttur.