Garðurin helt trailaranum

Ein trailari kom illa fyri í morgun, tá hann skuldi oman til Keypsamtøkuna í Hoyvík.

 

Tað var sum á kalvabaki í morgun, og tá førarin á trailaranum skuldi snara um hornið oman til Keypsamtøkuna, fór bilurin á glið. Afturendin á trekkjaranum og framendi á lasti fór ígjøgnum garðin oman fyri Keypsamtøkuna. Tað var um hár gjørt, at trailarin ikki fór oman av bakkanum, men garðurin helt.

 

Tveir stórir bilar frá Sløkkiliðnum í Havn komu á staðið og hálaðu í hvør sín enda á trailaranum, sum soleiðis fekk bakhjólini upp aftur á vegin.

 

Hevði garðurin ikki hildið, og vildi illa til, so hevði trailarin endað í slaktaradeildini í Keypsamtøkuni.

 

At síggja til fekk trailarin ikki stóran skaða, men garðurin fór illa.