Seks stjørnur. Fimm stjørnur. Seks stjørnur… »Bergtakandi«, »rørandi«, »mindblowing!«.
Ummælini til Teaterkoncert Gasolin’ eru full av rósandi orðum frá imponeraðum ummælarum, sum hava ringt við at fáa hendurnar niður av ovfarni.
Ein av oddafólkunum á pallinum til vælumtóktu sjónleikakonsertina er føroysk-gifta sangarinnan Joanita Zachariassen. Í stásiliga leikhússalinum Østre Gasværk á Østerbro rúnarbindur hon kvøld eftir kvøld spentar áskoðarar við restini av toyminum, sum millum annað umfatar vælkenda Jimmy Jørgensen, ið hevur verið við í øllum fýra Gasolin-sjónleikakonsertunum gjøgnum árini.
Hvussu hevði verið at komið ein túr til Føroya við Gasolin’-konsertini? spyrja vit úr Sosialinum hana millum annað í drúgvari samrøðu um Gasolin-sjónleikakonsertina.
– Tað hevði verið ein dreymur at komið til Føroya við Gasolin’. Eg rokni við, at øll høvdu komið, sigur Joanita, sum verður heilt spent av at tosa um hetta.
– Tað hevði verið so feitt at givið føroyingum ta upplivilsið. Vit kundu til dømis gjørt tað eitt vikuskifti, fríggjadag til sunnudag, sigur hon.
Les longri samrøðu við Joanitu Zachariassen í Sosialinum.
Her eru nakrar myndir frá serstøku sjónleikakonsertini:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Ummælini eru stak góð:
##med6##