Tað segði Gates í dag, tá hann handan afturlatnar dyr greiddi frá fyri amerikonsku eftirlitsnevndini House Oversight Committee.
Sambært AFP hevur Gates áður viðgingið, at hann hevði samband við tvær russiskar kvinnur uttan fyri hjúnabandið.
Men hann leggur dent á, at hetta hevði einki við Epstein at gera.
Kortini royndi Epstein sambært Gates at nýta upplýsingarnar fyri at fáa hann at taka uppaftur samstarvið teirra millum.
– Tað eydnaðist honum ikki, segði Gates.
Navnið hjá Bill Gates er eitt av mongum kendum nøvnum, sum eru komin fram í teimum mongu skjølunum og teldupostunum, ið amerikanska løgmálaráðið hevur almannakunngjørt í sambandi við Epstein-málið.
Gates hevur áður váttað sambandið við Epstein og hevur fleiri ferðir biðið um umbering fyri tað.
Undir frágreiðingini í dag endurtók hann, at tað var ein "risastórur feilur" at hava umgingist Epstein.
Teir báðir hittust fyrstu ferð í 2011, trý ár eftir at Epstein varð dømdur fyri at hava útvegað eina minniáriga gentu til prostitutión.
Fyrrverandi kona Gates, Melinda Gates, hevði longu í 2013 ávarað hann um sambandið við Epstein. Kortini hevði Bill Gates samband við Epstein í umleið eitt ár afturat.
Gates hevur staðiliga víst aftur, at hann hevur luttikið í ella verið vitni til tey kynsligu brotini, sum Epstein varð ákærdur fyri.
– Eg visti, at Epstein áður hevði havt trupulleikar við lógina, men eg skilti ikki fult út, hvussu álvarslig brotini vóru, segði Gates.
Hann leggur dent á, at hann ongantíð hevur havt nakað samband við offurini hjá Epstein.
Jeffrey Epstein doyði í einari fongsulskleivu í New York í 2019, meðan hann bíðaði eftir rættarsaki um kynshandil við minniárigum gentum.
Bill Gates hevur ongantíð verið ákærdur fyri kynslig brot ella onnur lógarbrot í sambandi við Epstein-málið.











