Kommunur fáa ikki mvg-aftur­ber­ing eftir somu skipan sum felags­skapir

Kommunur kunnu ikki fáa mvg-afturbering eftir somu skipan sum felagsskapir, grunnar og stovnar, ið gera íløgur í ikki vinnuligt frítíðarvirksemi.

Nýggja svimjihøllin í Runavík: Kommunur fáa í dag endurgoldið 75 prosent av inngangandi meirvirðisgjaldi eftir einari serligari kommunalari skipan, men eru ikki fevndar av mvg-afturberingini í § 3a í meirvirðisgjaldslógini.

Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til ein fyrispurning frá Steffani Abrahamsson Løkin, løgtingsmanni.

 

Spurningurin snýr seg um, hvørt kommunal byggjarí, so sum svimjihallir, ítróttarhallir og felagshús, kunnu fáa meirvirðisgjald afturborið.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at galdandi reglur skilja millum tvær ymiskar skipanir.

 

Kommunurnar eru fevndar av einari serligari kommunalari skipan, har tær fáa endurrindað 75 prosent av inngangandi meirvirðisgjaldinum. Hendan skipanin hevur verið galdandi síðani 1. januar 1993.

 

Hinvegin er skipanin í § 3a í meirvirðisgjaldslógini ætlað felagsskapum, stovnum og grunnum, sum gera ávísar íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi. Henda skipanin fevnir ikki um kommunur.

 

Í svarinum verður staðfest, at ongin kommuna hevur fingið mvg-afturbering eftir § 3a í meirvirðisgjaldslógini.

 

Í sambandi við spurningin um svimjihallirnar í Havn og Klaksvík sigur landsstýrismaðurin, at TAKS ikki uttan nærri eftirlit kann staðfesta, um tær hava fingið mvg endurgoldið í sambandi við bygging, útbygging ella umvæling. Hann heldur tó, at tað er sannlíkt, at kommunurnar hava fingið endurgjald eftir kommunalu skipanini, um útreiðslurnar eru farnar fram eftir 1993.

 

Um svimjihøllina í Runavík verður upplýst, at hon ikki lýkur treytirnar fyri afturbering eftir § 3a, tí kommunur ikki eru fevndar av hesi skipan. Kortini kann Runavíkar kommuna fáa mvg endurgoldið eftir vanligu kommunalu skipanini.

 

Landsstýrismaðurin upplýsir eisini, at landsstýrið í løtuni ikki hevur ætlanir um at broyta reglurnar um mvg-afturbering til kommunurnar.

 

Hann vísir tó á, at landsstýrið og Kommunufelagið hava sett ein arbeiðsbólk at viðgera ein dagførdan fíggingarleist fyri eldraøkið. Í tí sambandi verða fleiri fíggjarlig viðurskifti millum land og kommunur viðgjørd, harímillum mvg-afturberingin.

 

Aftursvarið frá Aksel V. Johannesen kann lesast í fullum líki við at trýsta her

 

Nýggja svimjihøllin í Runavík: Kommunur fáa í dag endurgoldið 75 prosent av inngangandi meirvirðisgjaldi eftir einari serligari kommunalari skipan, men eru ikki fevndar av mvg-afturberingini í § 3a í meirvirðisgjaldslógini.