Landsstýrismaðurin umhugsar broytingar á Sjónámi

Landsstýrið hevur enn ikki lýst eftir nýggjum leiðara til Sjónám, tí arbeitt verður við at kanna møguligar bygnaðarligar broytingar innan maritimu útbúgvingarnar í Føroyum.

Landsstýrið umhugsar bygnaðarligar broytingar innan maritimu útbúgvingarnar, áðrenn nýggjur leiðari verður settur á Sjónámi. (Savnsmynd)

Tað upplýsir Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Hermanni R. Samuelsen, løgtingsmanni.

 

Sambært landsstýrismanninum er Undirvísingarstýrið biðið um at gera eitt tilmæli í samráð við báðar maritimu skúlarnar og aðrar viðkomandi partar um, hvussu virksemið kann skipast betur.

 

Hóast eingin nýggjur leiðari er settur enn, er ætlanin framvegis at seta ein nýggjan leiðara á Sjónámi.

 

– Ja, ætlanin er at seta nýggjan leiðara á Sjónámi so skjótt sum støða er tikin til bygnaðarligu viðurskiftini, skrivar Bárður á Lakjuni.

 

Í løtuni er leiðarin á Sjónámi bygnaðarliga undir stjóranum á Tekniska skúla í Klaksvík, men umhugsað verður, um størri samanhangur eigur at verða millum báðar maritimu skúlarnar.

 

Landsstýrismaðurin leggur dent á, at virksemið á Sjónámi í minsta lagi skal varðveitast á sama stigi, eisini um bygnaðarligar broytingar verða gjørdar.

 

Hann vísir á, at skiparaútbúgvingarnar á teimum báðum maritimu skúlunum kundu verið betur samskipaðar, eitt nú í sambandi við upptøku av næmingum og nýtslu av simulatorútgerðini, sum er staðsett í Havn.

 

Eisini hevði tað verið ein fyrimunur, um skeiðsvirksemið varð betur samskipað, so skeið ikki verða hildin samstundis á báðum skúlunum.

 

Fram í tíðina kunnu eisini aðrir møguleikar gerast veruleiki fyri Sjónám. Landsstýrismaðurin nevnir millum annað møguleikan at flyta Brandskúlan til Klaksvíkar og knýta hann at Sjónámi.

 

Somuleiðis verður arbeitt við ætlanum um eitt sokallað „blátt miðnám“, har Sjónám eisini kann fáa ein leiklut. Landsstýrismaðurin vísir á, at Sjónám longu hevur dekkara- og skipsatstøðiútbúgvingarnar, og at eitt álit um blátt miðnám í løtuni verður skrivað.

 

Lesið svarið frá landsstýrismanninum í fullum líki við at trýsta her

 

Landsstýrið umhugsar bygnaðarligar broytingar innan maritimu útbúgvingarnar, áðrenn nýggjur leiðari verður settur á Sjónámi. (Savnsmynd)