Undan HM: Portugal og Ongland vunnu

Ongland vann trivaligan sigur, meðan Portugal vann tepran sigur

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Portugal og Ongland vunnu mikukvøldið sigrar í HM-undansýningunum.

 

Á Estádio Dr. Magalhães Pessoa leikvøllinum í Leiria í Portugal vann heimaliðið undan ferðini til USA 2-1 á Nigeria, ið ikki megnaði at vinna seg til HM-endaspælið.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir Portugal fyrsta dystin í innleiðandi bólki K móti Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Hini bæði liðini í bólkinum eru Usbekistan og Kolumbia.

 

Á Inter&Co leikvøllinum í Orlando í Florida vann Ongland greiðan 3-0 sigur á Kosta Rika. 

 

Ongland er í innleiðandi bólki L. Komandi mikukvøld klokkan 21 spæla teir dyst móti Kroatia, ið vann HM-bronsu í 2022 og HM-silvur í 2018. Hini bæði liðini í bólkinum eru Gana og Panama.

 

Portugal-Nigeria 2-1 (1-1)

 

1-0 Pedro Neto (23.)

 

1-1 Akor Adams (37.)

 

2-1 Francisco Conceição (75.)

 

Ongland-Kosta Rika 3-0 (1-0)

 

1-0 Declan Rice (9.)

 

2-0 Anthony Gordon, br. (68.)

 

3-0 Ollie Watkins (87.)

 

Mynd: Ritzau Scanpix