- Miðeysturkommando'in hjá USA fer at hava tað strævið í nátt, sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, sambært Reuters.
Týsnáttina lupu USA og Iran á hvørt annað, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, helt upp á, at iranski herurin hevði skotið niður eina amerikanska Apache-tyrlu.
Sínámillum álopini steðgaðu móti morgni okkara tíð í morgun, men amerikanski forsetin ávaraði Iran um, at USA kann leypa á aftur, um eingin avtala kemur í lag.
Aftur í nátt hóttir USA við at leypa á Iran, og almenna iranska tíðindastovan, Tasnim, endurgevur hernaðarkeldur í Iran fyri at siga, at iranski herurin er til reiðar.
Amerkanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, ávarar í kvøld um, at USA fer at fremja hørð álop á týdningarmiklar støðir í Iran í nátt.
Keldur í Iran siga, at nýggj amerikansk álop á Iran enn einaferð fer at hava við sær, at Iran fer at leypa á "amerikansk áhugamál" í Miðeystri.











