Gattuso koyrdur eftir seks dystir

Fyrrverandi miðvallarkempan helt bara í seks dystir sum venjari

Gennaro Gattuso, sum millum annað vann HM við Italia í 2006, er ikki longur venjari hjá Palermo, sum hevur sína dagligu gongu í Seria B, sum er næstbesta deildin í Italia.

 

Miðvallarin, sum var í Føroyum, tá italsku heimsmeistarnir vóru her í 2007. Hann spældi nógv ár við AC Milan. Til hetta kappingarárið valdi hann at royna seg sum venjara hjá Palermo.

 

Tað hevur hinvegin ikki gingið so væl. Hann hevur longu fingið fótin eftir seks umfør í Seria B. Palermo liggur nummar 12 og tað er ikki gott nokk fyri leiðsluna í felagnum.