Gav avboð til danska landsliðið

Tað er neyvan nakar føroyskur flogbóltsspælari, sum hevur rokkið somu hæddir sum Klæmint Isaksen úr Klaksvík. Í 1991 vórðu boð send eftir honum at venja saman við danska bruttolandsliðshópinum, men Klæmint noyddist at geva avboð vegna lestur

Tað munnu ikki vera nógvir føroyskir flogbóltsspælarar, sum eru komnir so langt sum 32 ára gamli Klæmint Isaksen. Klaksvíkingurin, sum í dag er venjari hjá Fleyr, hevur spælt flogbólt í út við 20 ár, og hesi árini hevur hann m.a. upplivað at spælt á hægsta stigi í Danmark og enntá fingið boð til danska landsliðið!

Søgan byrjar í 1979, eitt ár eftir, at klaksvíkingar stovnaðu flogbóltsfelagið hjá sær, Mjølnir.

? Mjølnir varð stovnað í 1978. Millum stigtakararnar var elsti beiggi mín Jákup, og soleiðis kom eg eisini við árið eftir, greiðir Klæmint frá.

Tá var hann 13 ára gamal, og síðani hevur hann spælt flogbólt uttan íhald.

? Eg spældi eisini fótbólt sum drongur, men tá eg kom til unglingar, fór eg at satsa meir og meir upp á flogbóltin og minni upp á fótbóltin. Eg sá longu tá, at um eg skuldi vera seriøsur, mátti eg velja aðra ítróttargreinina frá.

Tey flestu høvdu helst valt fótbóltin, sum eisini tá var størsta ítróttargrein innan bóltspæl, men tað gjørdi Klæmint ikki.

? Hví valdi tú so flogbóltin fram um fótbóltin?

? Eg veit ikki rættiliga, hví eg valdi soleiðis. Tað lá væl fyri at spæla flogbólt ? ikki tí, eg helt eisini sjálvur, at eg ikki var so galin á fótbóltsvøllinum heldur ?men eg havi altíð hildið flogbóltin vera eina ótrúliga góða ítróttargrein, sigur Klæmint og leggur afturat:

? Eg var helst eisini eitt sindur ov lítil til fótbólt. Men tú skalt jú eisini vera hampuliga stórur, tá tú spælir flogbólt, men eg var ikki nóg sterkur kropsliga til fótbólt tá. Mær dámdi væl í Mjølnir. Felagið koyrdi væl, venjararnir vóru góðir ? tað var eitt danskt par, sum var í Klaksvík tá, sum vandi okkum ? og vit høvdu eitt sterkt lið, har samanhaldið eisini var sera gott.




Klæmint kann sum so ikki seta tøl á, hvussu tað gekst, men hann minnist, at hetta liðið vann tær flestu kappingarnar í dreingja- og unglingadeildini. Teir vunnu 3. deild, og at enda vóru teir so eisini í meistaradeildini og vunnu heilt fitt miðskeiðis í 80-unum.

Umframt Klæmint vóru teir á hesum liðnum m.a. Trúgvi og Jóannes Poulsen, sum framvegis spæla við besta mansliðnum hjá klaksvíkingum, Heri Elttør, Olgar Danielsen, Bjørn Kalsø, Svenn Jacobsen (núverandi formaður í KÍ), Jógvan Jacobsen og Bjarne Jacobsen, sum nú spælir við ÍF.

? Hetta liðið var gott, og samanhaldið var í topp. Men tíverri góvust nakrir av teimum lutfalsliga tíðliga, men tað eru kortini fleiri, sum framvegis spæla á ovasta stigi.







Ringdi og bað

hann skifta felag

Klæmint Isaksen spældi við Mjølnir frá 1979 til 1988, tá hann fór til Danmarkar at útbúgva seg til fysioterapeut. Men hóast hann flutti av landinum, legði hann ikki flogbóltin frá sær.

? Tað gingu tvær-tríggjar vikur, so fór eg at venja við Sundby KFUM (á Amager). Hetta liðið spældi í ovastu deildini tað árið, eg byrjaði, men teir fluttu niður og vóru sum


heild eitt elevatorlið, tí árið eftir fluttu teir uppaftur.

Klæmint spældi hesi trý árini við Sundby, men so ein dagin ringdi ein spælari hjá Holte, sum er nógv tað sterkasta flogbóltsliðið í Danmark, til hann. Danski spælarin visti at siga, at nakrir av Holte-spælarunum ætlaðu sær at skifta til liðið Skt. Jørgens, og teir høvdu brúk fyri einum hevara. Tað var á vári 1991, Skt. Jørgens hevði tá eitt sera gott lið, sum eisini var á veg fram, og Klæmint tók av tilboðnum.

Tað skuldi vísa seg, at hann ikki var farin skeivur, og klaksvíkingurin spældi við liðnum hjá Sankta Jørundi í samfull seks hendingarrík ár.

? Skt. Jørgens var eitt ungt felag við góðum spælaratilfari, men felagið kundi verið eitt sindur meira seriøst. Spælararnir vóru góðir, men felagið hevði ongantíð veruliga satsað upp á at koma upp millum tey bestu liðini í landinum.

Men so valdu teir at satsa, og komandi fimm árini bleiv tað til tvey 2. pláss og eitt 3. pláss í landskappingini. Eftir hetta rýmdu onkrir av bestu spælarunum til onnur feløg, meðan aðrir góvust, teirra millum Klæmint, ið »trappaði niður« og bleiv spælandi venjari hjá 2. liði, sum spældi í Keypmannahavnarseriuni.

Skt. Jørgen dragnaði, og liðið fekk ongantíð somu styrki aftur.


Mátti geva avboð

til danska landsliðið

Fyri Klæmint var hetta ein góð tíð.

? Eg hevði tað gott í Føroyum og í Mjølnir, men ítróttarlaga var hetta mín besta tíð, eisini tí spælararnir, eg spældi við, vóru ótrúliga góðir, sigur hann.

Tað gekk eisini væl hjá Klæminti á vøllinum ? so væl at venjarin hjá danska A-landsliðnum hevði boð eftir honum.

? Eg var mitt í míni próvtøku og hevði ikki stundir til at gera meira við flogbóltin tá út yvir vanliga venjingina. Og lat tað bara vera sagt beinanvegin, at tað var ein bruttohópur, eg bleiv úttikin til, og at eg ongan kjans hevði havt at komið á endaliga liðið. Men sjálvandi hevði eg kunnað hugsað mær at roynt at vant saman við danska landsliðnum, og eg tók úttøkuna sum eitt stórt kompliment. Tað var eitt tekin um, at onkur hevði lagt merki til mín, sigur hann.

? Men hevði tú sum føroyingur yvirhøvur havt loyvi til at spælt við danska landsliðnum, um tað skuldi komið til tað?

? Ja? tað haldi eg í øllum førum. Eg rokni við, at um tað skuldi blivið neyðugt, hevði eg fingið loyvi til tað, men so hevði eg kanska ikki kunnað spælt við Føroyum aftur. Har kann eg so eisini nevna, at Finngerð Sólbjørg, sum eisini var ein frálíkur flogbóltsspælari, men sum nú er givin, eisini var upp á tal til danska kvinnulandsliðið einaferð. Eg var javnan og hugdi, tá danska landsliðið spældi, og eg havi so eisini havt høvi til at spælt og vant saman við og ímóti teimum flestu av teimum, og tað eri eg fegin um.


Fluttu heim eftir níggju ára útisetu

Í september í fjør avgjørdu Klæmint og konan Christina at flyta heim aftur til Føroyar eftir níggju ár í útisetu.

? Hví fluttu tit so heim aftur?

? Eg veit ikki rættiliga. Onkur hevur fyrr spurt meg um tað sama, og tað er torført at svara. Tað hevur helst okkurt at gera við tað, at vit nú skuldi taka eina avgerð um, hvar vit ætlaðu at seta okkum niður. Tað skuldi antin vera á Keypmannahavnarleiðini ella í Føroyum, og tað var mest eg, sum togaði hendavegin. Tað hevur helst okkurt at gera við heimlongsul ? longsulin eftir tí gamla og trygga, sigur Klæmint og skundar sær at leggja afturat, at tey eisini høvdu tað gott og trygt í Danmark.

Hann og Christina avgjørdu, at skuldu tey flyta heim aftur, skuldi tað vera til Havnar, og tað sigur seg sjálvt, at ein føroyskur flogbóltsspælari, sum hevur verið upp á tal til danska landsliðið, ikki sleppur at ganga leysur leingi, tá hann kemur heim aftur til Føroyar.

? Eg hevði tosað leysliga við Fleyr um eitt starv sum spælandi venjari, men so kom Mjølnir og spurdi meg meira konkret, og so bleiv tað til, at eg gjørdist spælandi venjari hjá barndómsfelagnum, greiðir Klæmint frá.

? Tað hóskaði mær eisini væl, tí eg arbeiddi eisini eitt sindur í Klaksvík júst tá.

Og væl gekk. Mjølnir hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, har bæði kvinnurnar, sum Klæmint eisini vandi, og menninir endaðu sum føroyameistarar.

? Í ár hava ørindini í Klaksvík ikki verið so nógv, og hugurin at ferðast ímillum er ikki so stórur, so tá Fleyr aftur vendi sær til mín og spurdi meira beinleiðis, bleiv tað til, at eg nú eri spælandi venjari hjá mansliðnum hjá Fleyr, sigur Klæmint.

? Tað var sera hugaligt at vera venjari hjá Mjølnir í fjør, ikki minst tí bæði liðini vunnu føroyameistaraheitið, men tíverri eru umstøðurnar til flogbólt í Klaksvík út av lagi vánaligar. Liðini venja í eini fimleikahøll og spæla so dyst í KÍ-høllini. Tað svarar nøkulunda til, at eitt fótbóltslið venur á einum hondbóltsvølli. Í Havn eru umstøðurnar betri, og vit venja í eini ítróttarhøll hvørja ferð. Fleyr tykist vera eitt gott og væl rikið felag við eini góðari ungdómsdeild, og mær dámar væl.


»Stagnering«

? Eitt av hæddarpunktunum hjá føroyska flogbóltinum eru Oyggjaleikirnir, sum eru annaðhvørt ár. Í fjør vóru úrslitini ikki heilt so góð sum fyrr, í øllum førum ikki hjá monnunum. Sært tú nakra menning í føroyska flogbóltinum?

? Eg haldi ikki, at vit kunnu tosa um nakra afturgongd, hóast menninir ikki megnaðu at fáa nakað heiðursmerki á Jersey í fjør (fyrstu ferð nakrantíð, at føroyska manslandsliðið ikki hevur fingið nakað heiðursmerki í OyL, blðm.). Flogbólturin í toppinum er betri nú, enn hann hevur verið, men eg haldi, tað eru tekin um eina »stagnering«, sigur Klæmint Isaksen, sum umframt at vera venjari hjá Fleyr eisini er landsliðsvenjari hjá monnunum.

? Har er ein ávís menning, men tað eru teir somu, sum menna seg allatíðina. Tað er ov lítil tilgongd, og kappingin í 1. og 2. deild er alt ov lítil, heldur Klæmint.

Tá vit spyrja, hví so er, svarar hann uttan at ivast, at tað fyrst og fremst er kappingin við hinar ítróttargreinirnar, sum er orsøkin. Fótbóltsárið verður bert longri og longri, og kappingin, sum altíð hevur verið við hina stóru vetrarítróttargreinina, hondbóltin, er framvegis hørð.

? Harafturat kemur so, at hondbólturin er størri og organisatoriskt er betri fyri enn flogbólturin, vísir Klæmint á.


Málið er betri úrslit

á Oyggjaleikunum

Næsta stóra avbjóðing hjá flogbóltslandsliðunum er Oyggjaleikirnir á Gotlandi í juni-juli komandi ár, og tað er eisini hetta, ið vant verður fram ímóti.

? Tað er heilt greitt, at Oyggjaleikirnir er málið, men á júst landsliðsøkinum haldi eg man kann siga, at Flogbóltssambandið lutfalsliga hevur verið mest virkið av sersambondunum. Vit hava so at siga altíð havt ungdómslandslið, og við OyL og smálandakappingini, sum eru ár um ár, hava landsliðini avbjóðingar hvørt ár, sigur Klæmint.

? Tað er sum heild nógv virksemi á landsliðsøkinum, og í ár hava vit valt at leggja tað eitt sindur øðrvísi til rættis við tað, at vit byrjaðu at venja við einum bruttohópi longu í november í fjør, sigur hann.

Sum nevnt var úrslitið á Jersey eitt lítið vónbrot, og Klæmint sigur eisini, at málið hesaferð verður at fáa eitt betri úrslit enn seinast, tá Føroyar endaðu uttanfyri heiðursmerkjaplássini.

? Men sum eg segði í áðni haldi eg, at vit eru eitt sindur stagneraðir í Føroyum. Á Jersey taptu vit móti Gotlandi fyri fyrstu ferð nakrantíð, og Ísland hevur eisini ment seg sera nógv. Og so eru tað sjálvandi Áland og Saaremaa, sum eru eitt vet betri enn hini. Men Føroyar hava altíð verið mettar millum trý tey bestu liðini á Oyggjaleikunum, og tað ætla vit eisini at røkka komandi ár.


Kappingin óheppið tilrættisløgd

Hóast flogbóltur av mongum verður rópt heimsins størsta ítróttargrein, er áhugin í Føroyum ikki so stórur ? í øllum førum ikki, um vit døma eftir áskoðaratølunum. Klæmint heldur eisini, at tað er nógv, sum krevur bata í føroyska flogbóltinum.

? Tað er nokkso óheppið, at kappingin skal vera løgd soleiðis, at summi lið hava spælt seks dystir, meðan onnur bert hava spælt tríggjar. Men so eru vit aftur við trupulleikan við høllunum, og eg veit, at tað er trupult at leggja kappingina, sigur


Klæmint og vísir eisini á steypakappingarnar, sum eftir hansara tykki liggja sera óheppið.

? Mítt uppskot er, at vit leggja Fleyr-kappingina, áðrenn sjálv landskappingin byrjar, Mjølnir-kappingina beint aftaná nýggjár, og Dráttur-kappingina eftir at landskappingin er liðug. Á tann hátt fáa vit eina kapping sum upptakt til landskappingina, eina í jólasteðginum og eina, tá kappingin er liðug, heldur hann.


Døming og venjarar

Ein annar trupulleiki við flogbóltinum í Føroyum er sambært Klæminti, at spælararnir sjálvir noyðast út at døma.

? Hetta haldi eg vera óheppið, tí hóast vit hava onkrar góðar dómarar, hava vit eisini nógvar, sum ikki eru so góðir. Flogbóltssambandið skipar fyri skeiðum av og á, men undirtøkan er upp og niður. Ikki tí, tað skilji eg væl. Sjálvur vil eg helst sleppa undan, tí eg vil konsentrera meg um at spæla. Men hetta hongur eisini helst saman við, at flogbólturin enn er so ungur í Føroyum, og eingin enn er farin at satsa upp á døming, sigur hann.

? Tað er ofta ónøgd við dømingina, men sum oftast er tað »javnt býtt«, so tað loysir seg ikki at brúka tíð og orku uppá at grenja. Hinvegin haldi eg, at ónøgdin ofta hevur góða grund, og tað er spell, sigur Klæmint, sum eisini heldur, at ein gongd leið er at útbúgva føroyskar venjarar.

? Vit hava havt nógvar góðar útlendskar venjarar í Føroyum, men tað manglar líkasum at vit fáa fólk her heima at yvirtaka venjingina.


»Gamlir menn«

Men hvussu verður so í ár? Fer Klæmint at lyfta Fleyr upp í »gamlar hæddir« aftur?

 ? Vit fara eftir FM-heitinum, og eg haldi eisini, at vit hava kapasitet til at klára tað. ÍF hevur eitt sera gott lið í ár, og sum eg skilji á lagnum arbeiða teir sera seriøst. Og Fram hevur eisini eitt gott lið, hoast teir kanska eru viknaðir nakað. Hinvegin hevur Mjølnir mist sera nógv fólk, og tað merkist. Vit eru væl fyri á nógvum økjum, men fyri at siga tað sum tað er, so er ein stórur partur av tí »gamlir menn«. Rutinan og teknikkurin er í lagi, men fysiskt er tað trupult við smáskaðum o.ø. Men eg ivist ikki í, at vit fara at gera okkum galdandi í toppinum í ár.