Klaksvík: Tað verður Geir Wardum, sum nú skal venja besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni. Venjarin seinastu árini, Rógvi Nielsen, flytir til Havnar at verða venjari.
Geir Wardum hevur drúgvar royndir sum hondbóltsspælari, og hann hevur eisini verið venjari áður. Hann skal saman við Guttormi Sørensen, sum verður konditiónsvenjari, fáa kvinnuliðið í rætta formin til komandi kappingarár.
Stjørnan hevur seinastu tvey árini vunnið ávíkavist gull og silvur í landskappingini, og nú verður hol sett á hondbóltsarbeiðið aftur.
Mánakvøldið klokkan 21.00 hevur Stjørnan ársfund á loftinum í KÍ-høllini.