Gekk skjótt at fáa tamarhald

- Síðan eldsbrunan, er bygningurin avbyrgdur, til kanningararbeiðið hjá løgregluni er liðugt, sigur vaktleiðarin.

Tað var klokkan 12.17 í gjár, at løgreglan fekk boð um, at eldur var í Number 1 Pizza í Vágsbotni.

 

Skjótt var stórt átakslið á staðnum við brandbilum, løgreglu og sjúkrabili.  

 

Eingin var inni í bygninginum, tá eldurin kyknaði - helst í køkinum í niðastu hæddini.

 

Neyðugt varð hjá sløkkiliðnum at bróta úthurðina upp fyri at sleppa inn at sløkkja.

 

Tá hurðin var opin, stóð roykur út gjøgnum dyrnar. 

 

Sløkkiliðsfólk tóku seg inn, og sambært vaktleiðaranum í morgun gekk tað rímiliga skjótt at fáa tamarhald á eldinum.

 

- Síðan eldsbrunan, er bygningurin avbyrgdur, til kanningararbeiðið hjá løgregluni er liðugt, sigur vaktleiðarin.

 

##med2##

 

Í morgun visti løgreglan eisini at siga, at herverk eftir øllum at døma er framt á studentaskúlanum í Hoydølum.

 

Óvist er, nær hetta er hent.

 

- Her er ein rútur brotin í hurðini í auluni, legði vaktleiðarin á løgreglustøðini aftrat á telefonfundinum í morgun.