Genta fekk varandi mein

Ein 22 ára gamal og ein 28 ára gamal maður eru í Føroya rætti dømdir tvey ára treytaða fongsulsrevsing fyri kappkoyring. Haraftrat hava teir mist koyrikortið í tvey ár. Tað var 28. juni í 2008, at teir báðir bilførararnir skuldu á eystanstevnu, og allan vegin av Sundi til Milum Fjarða koyrdu teir kapp.

Rætturin kom til, at ferðin hjá bilunum hevur verið minst 180 km um tíman. Teir yvirhálaði hvønn annan fleiri ferðir, eisini í Kollafjarðartunlinum.

Tað endaði við, at annar misti tamarhaldið á bilinum, og bilurin endaði í eini á.

Í øðrum bilinum sat ein genta, sum fekk stóran skaða. Hon lá á sjúkrahúsinum í 10 dagar við brotnum øsbeini, brotnari nøs og ilt í høvdinum annars.

Gentan hevur framvegis trupulleikar, hevur ilt í høvdinum, fær illa bitið, ilt í høgra eygað, og minnið er skatt.

Av tí at so long tíð er fráliðin, sloppu menninir við treytaðari fongsulsrevsing.

Haraftat missa teir koyrikortið í tvey ár.

Annar hevur tvær ferðir áður fingið frádømt koyrikortið, og hann fær ikki koyrikort aftur fyrr enn í 2015.