Genta horvin: Ein maður handtikin afturat

Løgreglan hevur eisini funnið eina stóra nøgd av hassji umborð á Polar Nanoq, har tveir av manningini eru undir illgruna fyri at hava samband við eina unga gentu, sum hvarv í Íslandi leygarmorgunin

Nú er ein av manningini á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, handtikin afturat.

Polar Nanoq er settur í sambandi við eina politikanning í Íslandi, har leitað verður eftir eini 20 ára gamlari gentu, sum hvarv leygarmorgunin.

Reiðarin, Jørgen Fossheim, boðar í kvøld frá, at tveir av manningini eru handtiknir í sambandi við leitingina eftir gentuni, Birnu Brjansdóttir.

Les eisini: Horvna gentan: Hetta vita vit

Illgruni er um, at teir hava havt samband við gentuna, ímeðan Polar Nanoq lá í Íslandi tað náttina, hon hvarv.

Løgreglan hevur eisini avhoyrt aðrar av manningini, men ongin annar er undir illgruna fyri at hava samband við gentuna.

Les eisini: Horvna gentan: Harðskapur framdur í bilinum

Men tá ið løgreglan rannsakaði trolaran at vita um tey funnu nakað, ið kundi setast í sambani við gentuna, funnu tey eisini eina munandi nøkd av hassji umborð, sigur reiðarin. Hann sigur kortini ikki, hvussu stóra nøgd, talan er um.

Ein maður er handtikin í tí sambandi og reiðarin sigur, at trolarin verður verðandi í Hafnafirði til løgreglan er liðug við kanningarnar.

Hann leggur afturat at tey fara at samstarva til fulnar við íslendsku myndugleikunum og at geva teimum alla ta hjálp, tey hava brúk fyri, og reiðarin vónar, at málið verður loyst sum skjótast.

Reiðarin ger eisini sítt til at kunna skyldfólk hjá manningini um gongdina í málinum, og manningin hevur eisini fingið kreppuhjálp. Í hesum sambandi hevur Reyði Krossur í Íslandi hjálpt til, sigur reiðarin.