Javnaaðrtingmaðurin vildi hava at vita, um nakað verður gjørt fyri børn undir 18 ár, sum enda í rúsevnismisnýtslu.
Hann vísti á, at teir stovnar,s um skulu taka sær av hesum børnum, als ikki eru gjørdir til tað enn.
Landsstýriskvinnan segði, at hetta er eitt stórt mál, sum krevur stóra orku.
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, vildi vita, hvussu ein tryggjaði sær, at tilboðini vit geva hesum børnum og ungu eru nóg góð.
Bill Justinusssen, Miðflokkurin, segði, at vit hava sovið í tímanum. Vit eiga at tryggja, at minni av rúsevnir koma til landið og hetta kann gerast við betri eftirliti av tí, sum verður innflutt.
Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, var samdur við Bill Justinussen, men mælti eisini til, at meira verður gjørt fyri at fáa hendur á teimum, sum fáa rúsevnini til vega - og so geva teimum eina harða revsing.
Jenis av Rana, Miðflokkurin, vildi fegin vita, hvussu nógv tað almenna er við í tí nýggja avvenjingarstaðnum fyri ung, sum er á Eiði.
-Eg vil fegin leggja afturat, at vit í almannaráðnum taka hendan spurningin í størsta álvara og arbeiða við honum, segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.