Gera alinótir á spinnarínum

Í einum av virkisbygningunum hjá Tøting í Syðrugøtu verða í løtuni framleiddar alinótir. Tað er P/F Vónin í Fugafirði, ið vegna plásstrot hevur leigað seg inn í bygningin.

Væl hevur verið at gjørt hjá P/F Vónini í Fuglafirði í seinastuni. Frá virkinum í Syðrugøtu verður sagt, at 1998 var eitt gott ár hjá virkinum.

Ein framleiðsla, ið menti seg nógv í 1998, var framleiðslan av kraftblokkanótum, og krevur ein tílík framleiðsla nógv pláss verður sagt av virkinum í Syðrugøtu. Hetta var orsøkin til, at maskinurnar, ið nýttar vóru at framleiða alinótir við, vórðu fluttar í tóma virkisbygningin hjá Tøting í Syðrugøtu. Hetta gjørdi nevniliga, at betri pláss gjørdist at framleiða kraftblokkanótir, trol og annað í Fuglafirði, og gott pláss gjørdist eisini at framleiða alinótir í Syðrugøtu.

P/F Vónin arbeiðir við aðrari ætlan fyri at loysa plásstrupulleikan, men enn er ikki komið á mál.