Haraldur hevur ofta verið á summarlegu áður. Áðrenn hann hevði aldur, var hann við mammu síni, og síðani hann hevur havt aldur at fara, hevur hann verið á legu í Hovi og Dali. Hetta var sostatt fyrstu ferð hann var á summarlegu í Nesvík, hóast hann ofta hevur verið á øðrum legum í Leguhúsinum, saman við foreldrunum.
Hvat er tað stuttligasta á leguni?
- At gera baladu, sigur Haraldur og lær í kíki, uttan hann vil siga, hvat hann meinar við baladu. Annars er so nógv, sum er stuttligt. Millum annað at spæla fótbólt, súkla, sigla bát og ríða hest, sigur Haraldur, tá ið hann hevur grinið seg lidnan.
Í mun til legurnar í Hovi og Dali heldur Haraldur, at tað er nógv meir sum verður gjørt á legunum í Nesvík. Hinar legurnar høvdu til dømis ikki ponyríðing ella møguleika at sigla við báti. Eisini ítriv heldur Haraldur hevur verið spennandi.
Haraldur kendi nøkur fá av børnunum á leguni frá fyrr av, men nú er hann komin at kenna fleiri nýggj nógvastaðni í landinum.
Hvat er tað keðiligasta á leguni?
- Eg veit ikki. Kanska tá ið vit einki hava at gera, sigur Haraldur.
Um Haraldur ætlar á legu aftur, er næstan ikki neyðugt at spyrja um. Svarið finna vit við at síggja hvussu ofta hann hevur verið fyrr.