Gera Føroyar aftur til fleiri valdømi

Umsitingin hjá Løgtinginum er nú farin at kanna, hvussu Føroyar aftur kunnu verða fleiri valdømi

Arbeiðið at kanna, hvussu Føroyar aftur kunnu skipast í fleiri valdømi, er nú byrjað.

Formansskapurin hjá Løgtinginum hevur samtykt at seta eina kanning í verk fyri at vita, hvussu Føroyar aftur kunnu býtast sundur í fleiri valdømi.

Tað er umsitingin hjá Løgtinginum sum skal standa fyri arbeiðnum og í hesum sambandi skal taka hon taka uttanhýsis serfrøðingar við í arbeiðið.

Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, sigur, at endamálið við kanningini er at vita, hvussu landið aftur kann býtast sundur í fleiri valdømi.

Men hann leggur dent á, at við hesum er ikki sagt, at valdømini skulu vera akkurát tey somu sjey, sum tað vóru frammanundan.

- Hinvegin er tað sjálvandi ein møguleiki, at valdømini verða sum áður, men møguleikin er eisini at broyta mørkini og at hava færri ella fleiri valdømi.

Løgtingsformaðurin sigur, at miðja verður eftir, at kanningin skal verða liðug so mikið skjótt, at eitt uppskot kann leggjast fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Tað merkir, at kanningn skal í seinasta lagi vera liðug í vár.

Tað rínur ikki við Hergeir Nielsen at ávísir politikarar við Edmundi Joensen á odda, hava ført fram, at nú hevur nýggja valskipanin bara verðið roynd í einum løgtingsvali og at tað tí er alt ov tíðliga at broyta hana aftur.

- Hon má sleppa at royna seg í nøkur val, er áskoðanin hjá teimum.

- Eg haldi, at skal hon broytast, skal tað vera nú, sigur Hergeir Nielsen.

Hann vísir á, at bara í hesum seinasta løgtingsvalinum komu fleiri nýggj andlit á ting og tey eru øll úr Havn:

Hann sipar til Sjúrð Skaale, Bjørt Samuelsen, Kára á Rógvu og Bergtóru Høgnadóttir Joensen.

Onnur nýggj andlit eru eisini á tingi, men tey vóru øll meiri ella minni kend úr politikki frammanundan.

Og hann er púra sannførdur um, at fyri hvørt val, sum fer afturvið við Føroyum sum einum valdømi, verður miðstaðarøkið alsamt sterkari umboðað við løgtingslimum og jú sterkari miðstaðarøkið verður, torførari verður tað at broyta skipanina.

Og útsøgnina hjá Edmundi Joensen, løgtingsmanni og fyrrverandi løgtingsformanni um, at tað er óseriøst at broyta skipanina aftur longu nú og um so verður, fer hann at skjóta upp, at fólkaatkvøða verður um málið.

- Tað var Edmund Joensen sum legði uppskotið fyri Løgtingið, og tá varð ikki talan um nakra fólkaatkvøðu. Sostatt er hetta ein leiklutur, sum formansskapurin hevur tikið á seg og tí havi eg ongan trupulleika at formansskapurin átekur sær hendan leiklutin einaferð afturat, sigur Hergeir Nielsen.