Gera hitt til altjóða poppstjørnur

Havnarmenninir Bárður Háberg og Óli Jógvansson, sum tilsamans kalla seg Baroli Music, hava seinastu árini skrivað og framleitt løg við altjóða gjøgnumbroti fyri eyga. Løgini eru so mikið góð, at sáttmáli er fingin í lag við Universal Music Publishing, og kendar poppstjørnur úti í heimi syngja løg hjá føroysku tónasmiðjunum.

 

Hesum greiddu teir frá í Sosialium mikudagin.

 

Í einum upptøkuhøli á Fløtum í Tórshavn sita teir báðir og framleiða løg, sum verða útgivin av kendum artistum úti í heimi. Poppstjørnur í USA, Japan, Italia, Korea og Kina hava valt at syngja sangir hjá teimum báðum havnarmonnunum, sum saman kalla seg Baroli Music.

 

Tað eru ivaleyst fleiri føroyskir ungdómar, sum kenna amerikonsku sjónleikarinnuna Stefanie Scott, ið hevur ein av høvuðsleiklutunum í sendirøðini “A.N.T. Farm”, sum verður víst á Disney Channel. Fyri skjótt tveimum mánaðum síðani kom hon út á altjóða tónleikamarknaðin við stakfløguni »The Girl I Used to Know«, sum er eitt lag ið Bárður Háberg og Óli Jógvansson hava skrivað – og eisini framleitt í felag við navnframa framleiðaranum Rob Chiarelli. Síggj sjónbandalagið VIÐ AT TRÝSTA HER.

 

Ein onnur útgáva, sum kom herfyri, er við italska dreingjabólkinum Studio 3. Talan er um stakfløguna »Voglio Star Con Te«, ið hevur verið í A-rotatión á fleiri stórum útvarpsstøðum í Italia seinastu mánaðirnar.

 

Somuleiðis er sjónbandalag gjørt til hetta lagið, sum kann síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER.

 

Í Asia er eisini stórur eftirspurningur eftir tónleikinum hjá Baroli Music í hesum døgum. Hetta er m. a. við stórseljandi artistunum Koda Kumi úr Japan og Elva Hsiao úr Taiwan.

 

Koda Kumi, sum gevur út fløguna »Japonesque« síðst í januar 2012, hevur selt fleiri enn 14 milliónir fløgur seinastu 10 árini í Japan, ið er næst størsti tónleikamarknaður í heiminum. Baroli Music hava skrivað og framleitt fyrstu skering á komandi útgávu hennara.

 

Somuleiðis er Elva Hsiao ein av best seljandi artistum í Taiwan og Kina sum heild. Nevnast kann, at útgáva hennara frá 2010, við heitinum »Miss Elva«, seldi fleiri enn 300.000 eintøk á útgávudegnum í Kina. Tónleikur úr Taiwan dominerar veruliga í Kina (við umleið 70% av samlaðu søluni), og nú kinesiski marknaðurin er við at koma í rættlag við umráðandi lógarbroytingum (sum m. a. skulu basa pirat-virksemi), einari »China Music Industry Park« (sum varð stovnsett í 2010) og avtalum millum Baidu (størsta talgilda tónleikaveitara) og plátufeløgini Universal Music, Sony Music osv., er hesin marknaður við at blíva veruliga áhugaverdur um allan heim.

 

Tí er eisini rættiliga áhugavert, at útgevarafelagið hjá Baroli Music fyrr í ár gjørdi eina avtalu við kinesiska tónleikaveitaran Shanghai Synergy Culture & Entertainment Group um at skriva og framleiða nýggju útgávuna hjá songkvinnuni Jia Ruhan. Baroli Music eiga trý løg á hesi útgávuni, sum kom á altjóða marknaðin í desember mánaði í ár. Tað, sum er serliga spennandi við hesi útgávuni, er, at útgevarin hjá henni er størsti distributørur og seljari av tónleiki í Kina yvirhøvur, og fløgan hjá Ruhan er fyrsta stigið í eini fimm-ára verkætlan hjá kinesisku stjórnini, ið snýr seg um at marknaðarføra kinesiskan tónleik um allan heim.

 

Í Korea kom 16. desember út stakfløgan »I Like It« við koreanska gentubólkinum Chocolat. Hetta lagið er skrivað av Baroli Music í felag við einum norskum sangskrivaratoymi, sum árliga forvinnur milliónir av krónum á tónleikamarknaðinum í Asia. Bólkurin Chocolat framførdi herfyri lagið á størstu sjónvarpsstøðini í Korea, KBS, sum kann síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER.