Vegirnir í sambandi við nýggja Hvalbiartunnilin verða ikki gjørdir enn. Tað er greitt, nú Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið. Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 20 milliónir til at gera vegirnar lidnar, men tað tekur samgongan ikki undir við.
Tað merkir, at trongisvágsmegin verða tað 1.100 metrar av vegi og hvalbiarmegin eru tað 400 metrar av vegi, sum framvegis verða einsporaðir og sostatt ein fløskuhálsur fyri ferðsluna.
Men umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevndini taka ikki undir við hesum, tí tey vísa á, at peningur er ikki játtaður til endamálið.
Teir undrast á, at hesi bæði vegastrekkini ikki eru við í verkætlanini, men teir staðfesta, at tað eru teir ikki og nú er ikki peningur tøkur til endamálið.
Teir vísa eisini á, at hetta ikki eru tey einastu vegastrekki í Føroyum, sum eru smøl og einsporað og teir halda, at tað besta er at fáa øll hesi strekkini við í langtíðarætlanina hjá samgonguni.
Ruth Vang úr Framsókn er samd í, at pengar eru ikki tøkir til endamálið, men hon heitir á Landsstýrið um at taka hesi vegastrekki við í langtíðarætlanina hesi næstu árini.
Men umboðini fyri andstøðuna taka undir við málinum, tí teir siga, at hesi bæði strekkini eru til ampa fyri ferðsluna.
https://www.in.fo/news-detail/news/bilfoerarar-stura-fyri-nyggja-hvalbiartunlinum/?no_cache=1Les eisini: Bilførarar stúra fyri nýggja Hvalbiartunlinum
Trygdin fer heldur ikki at vera líka góð á hesum strekkjum, tí væntast kann, at bilførarar møguliga fara at taka sær óráð fyri, siga tey.Og tey halda eisini, at verða tey ikki gjørd nú, er vandi fyri at tey verða liggjandi og at tað verður seinur dagur, áðrenn tey verða gjørd.