Gera lívssøguna hjá tí ættleidda

Hósvík: Leygardagin 26. november skipar Ættleiðingarfelagið fyri einum heldur øðrvísi tiltaki.

Hetta tiltakið snýr seg um at gera eina lívssøgubók til tað ættleidda barnið, við serligum atliti til tíðina áðrenn tað varð ættleitt til Føroyar.

Á fundinum verður fyrst greitt frá týdninginum av eini slíkari lívssøgubók, eins og víst verður á dømi um tað gagnliga av eini slíkari.

Høvið verður haraftrat, at taka fyrstu stigini til eina slíka bók. Fólk kunnu tí taka myndir við og annað sum hevur týdning fyri tað ættleidda barnið.

Tað er tó neyðugt at melda seg skjótt til skeiðið, sum verður hildið í Hósvík. Tí tað er bert pláss fyri 10 luttakarum til skeiðið.