Gera nú ein tunnil afturat í Fuglafirði

Hetta verður tann fjórði tunnilin á havnalagnum í Fuglafirði. Hann verður liðugur í juli mánaða og avtalað er gjørd við Havsbrún um at leiga hann

Skal vinnan trívast og mennast, er tað neyðugt, at hon fær góðar umstøður at virka undir.

Og tað skerst ikki burtur, at vinnuliga framgongdin í Føroyum seinastu árini, setir síni krøv.

Fuglafjarðar Kommuna er ein av teimum kommununum, sum eftir førimuni ger nógv burturúr at geva vinnulívinum í býnum góðar umstøður at virka undir.

Og eitt av krøvunum, sum vinnulívið hevur fyri at kunna virka, er, at hava goymslupláss.

Nógv goymslupláss.

Og nú er aftur trot á goymsluplássi í Fuglafirði. Tí fer kommunan enn einaferð undir at gera ein goymslutunnil niðri á havnalagnum.

Arbeiðið byrjar mánadagin og eftir ætlanini skal tunnilin verða liðugur í juli mánaða komandi ár.

Tað er landsverkfrøðingurin, sum ger arbeiðið og tað kostar góðar seks milliónir.


Fjórði tunnilin

Hetta er tann fjórði goymslutunnilin á bryggjuni í Fuglafirði.

Hetta verður ein goymslutunnil, sum verður boraður undir liðini á tunli nummar tvey, sum eisini er ein goymslutunnil.

Og tunnilin, sum nú verður gjørdur, er nokk so stórur:

Hann er ikki minni enn 19.030 kubikk. Gólvvíddin er 2.300 fermetrar, og hann tekur eini 4.000 tons.

Hetta er sama stødd sum tunnil nummar trý.

Fyrsti tunnilin, sum varð gjørdur á havnalagnum í Fuglafirði, var ein frystitunnil, men til støddar er hann ikki meiri enn helvtin av tunlinum, sum ætlanin nú er at gera.

Tunnil nummar tvey og tunnil nummar trý eru goymslutunlar.

Men nummar trý verður nú eisini gjørdur til frystitunnil.

Tað er felagið Bergfrost, sum leigar tann fyrsta frystitunnilin.

Men 1. oktober næsta ár yvirtekur Bergfrost eisini tunnil nummar trý, sum Havsbrún annars leigar í løtuni.

Tunnil nummar eitt og trý liggja lið um lið, við gongd ímillum.

Tunnilin, sum nú verður gjørdur, er altso nummar fýra, og hann verður gjørdur undir liðini á nummar tvey.

Sostatt verða tveir frystitunlar og tveir goymslutunlar á havnalagnum í Fuglafirði.

Jákup Frants Larsen, skrivari í Fuglafjarðar kommunu sigur, at sáttmálið er longu gjørdur við Havsbrún um at leiga tunnilin, sum nú verður gjørdur.

Og tað er eisini Havsbrún, sum leigar tunnil nummar tvey.

Sostatt hevur Havsbrún tveir av tunlunum og Bergfrost tveir.


Ein stórur fyrimunur

Tá ið hesin tunnilin er liðugur, hevur fuglafjarðar kommuna fyri yvir 20 milliónir í tunlum niðri á havnalagnum.

Men Jákup Frants Larsen sigur, at samanumtikið, er hetta ein nógv bíligari loysn fyri kommununa, enn at byggja frysti- og goymsluhallir.

? Tað eru fleiri fyrimunir við at bora frysti- og goymslutunlar inn í fjallið, heldur enn at gera hallir, sigur hann.

? Tí upplandið í Fuglafirði er sera lítið. Tvs, at skulu hallir gerast, er neyðugt at sprengja seg niður.

?Fyri tað fyrsta skemmir tað natúruna ógvuliga illa. ? Og tað er helst eisini ein spurningur, nær friðingarmyndugleikar høvdu talað at.

Hinvegin er tað sera atdjúpt í Fuglafirði. Eitt nú hava teir júst gjørt eina kei, og har er dýpið heilar 12 metrar. Sostatt skulu ómetaligar nøgdir av gróti til, hvørja ferð okkurt skal gerast.

? So við at spreingja tunlar, sleppa vit í fyrstu atløgu frá at gera grundstykki til hallirnar. Harumframt fáa vit eina rúgvu av gróti úr tunlunum at leggja framvið landi til grundstykki til onnur virki at byggja á og til havnarløg, sigur Jákup Frants Larsen.