Matstovan, Geranium, í Keypmannahavn, er í kvøld kosin besta matstova í danska ríkinum.
Tað sigur Facebook síðan, Gastronomi í Føroyum, beint nú, frá Leif Sørensen, kokki á Koks, sum er við á gallakvøkdið í Keypmannahavn, har vinnarin er avdúkaður.
Koks var ímillum fimm tær bestu og í kvøld varð tað so avdúkað, hvør fekk heiðurin sum tann besta.
Tað er Den danske spiesguide, sum skipar fyri.
Geraninum hevur tvær Michelin stjørnur og er nummar 45 á listanum yvir bestu matstovur í heiminum og kokkur er Rasmus Kofoed, sum eitt árið var kosin heimsins besti kokkur og hann hevur eisii vunnið bæði silvur og bronsu í somu kapping.